Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 16.08.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

31 glað og spent børn møttu í miðhøllini, har skúlastjórin bjóðaði foreldrum og næmingum at vera hjartaliga vælkomin í okkara skúla. 

Skúlastjórin heilsaði upp á næmingarnar, áðrenn teir hugagóðir fóru í skúlastovuna saman við Beintu, Tóru og Guðný, ið verða teirra lærarar og dagliga vera um flokkin hetta fyrsta skúlaárið.

Vit ynskja okkara 1. floks næmingum at vera hjartaliga vælkomnar í skúlan við Løgmannabreyt.

Myndirnar hevur Álvur Haraldsen tikið.