Myndir

3.fl í Útiskúla 20. apríl 2022 niðan á Kongavarðar

3.fl í Útiskúla 20. apríl 2022 niðan á Kongavarðar
Fóru við bussinum út á Argjahamar og fóru til gongu niðan í skúlan. Frá skúlanum fóru vit upp um eitt hegn og gingu niðan móti Kongavarðum fram við Sandinum og Klingrutjørn. Har gingu argjabørn og leitaðu eftir skordýrum, sum partur av undirvísingini. Veðrið var av tí besta og skjótt komu vit niðan á Keksisskarð og so tað síðsta pettið niðan til varðarnar. Ein skadda lá um toppin og nakað av vindi var. Móti norði var eitt stað, har vit lívd og gott vara at eta matpakkan og tendra bálið. Sum vant fóru næmingarnir at granska økið og funnu ymist spennandi. M.a. funnu teir tríggjar gullfuglar, sum vóru límaðir á ein stein. Um 12.30 fóru vit til gongu aftur oman og stutt eftir sótu vit í bussinum á veg niðan í skúlan, har vit vóru um 13.30 tíðina.