Seinastu 19 árini hevur manningin á Westward Ho og Tórshavnar kommuna skipa fyri fiskikapping fyrr 6. flokkarnar í kommununi.
Og hesa ferð gjørdist úrslitið, at okkara 6. flokkur vann kappingina og setti met við 176 fiskum.
Í morgun var hátíðarløta í skúlanum, har Elsa Berg, borgarstjóri, handaði flokkinum steypi og segði nøkur orð. Eisini vóru sluppvinirnir, sum manna Westward Ho, møttir upp.
Eftir handanina var hugnalig løta í starvsfólkahølinum