Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir einum samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærara í tíðaravmarkað starv frá 1. oktober 2026 til og við 18. juni 2027.
Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í støddfrøði í mið- og hádeild.
Lønarbrotið er 1,0.
Søkt verður eftir lærara, sum
• dugir at samstarva
• virka í toymum
• er fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð
• dámar avbjóðingar og torir at ganga nýggjar leiðir
• hevur áræði til at taka ábyrgd.
Førleikakrøv
Til starvið krevst læraraprógv.
Skúlin bjóðar
• nútímans skúla
• starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
• góðar arbeiðsumstøður
• starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanin.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum
viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. september 2026, kl.12.
Tú fært meiri at vita
um starvið frá Turid Vang Frederiksen, skúlastjóra, á tlf. 280 318.