ALTJÓÐA LESIDAGUR ER Í DAG
Altjóða lesidagur verður hildin á hvørjum ári 8. september. Hetta er eitt átak, Sameindu Tjóðir settu í verk í 1965 til tess at varpa ljós á týdningin, ið lesiførleiki og útbúgving hava kring heimin.
Endamálið við degnum er samstundis at minna á, hvussu umráðandi tað er at duga at lesa og skriva, ikki bara fyri at læra, men eisini fyri at liva eitt virkið og frælst lív.
Lesiførleiki gevur fólki møguleika at skilja heimin, taka lut í samfelagnum og betra um lívskorini.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt hava vit eisini varpað ljós á lesidagin. Fyrrapartin savnaðust næmingar úr fleiri flokkum til eina hugnaliga lesiløtu.
Blíðan lesidag og góðan lesihug øll somul