Rennidagur - pylsur og vatnkríggj

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 24.08.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

SVL rennidagurin 2026 - týsdagin 25. august

Nú tað enn er hiti í luftini, og veðrið er gott, fara vit út at renna og stuttleika okkum. Næmingarnir møta kl. 8 skúlanum í renniklæðum. 

Kl. 9.00 er sangløta fyri øllum og kl. 9.30 fara vit í fimleikarhøllina at hita upp. Umleið kl. 10.00 fara vit at renna.

Eina ferð runt er 2,9 km. Runt um Hoyvíksvøllin, har 1.flokkur rennur, er strekkið 350 m, eftir uttastu strikunum

Seinasta freist at byrja nýggja rundu er kl. 11.30 og renningin er kl. 11.45.

Pylsudiskur
Síðani fara næmingarnir at fáa sær pylsur í pylsudiskinum, sum er í skúlanum henda dagin. 

Vatnkríggj
Umleið kl. 12.00 verður vatnkríggj. Skipað verður fyri, at vatn kann fyllast á í skúlagarðinum. Næmingar, sum eiga vatnpistól ella okkurt líknandi, eru væl komnir at hava við í skúla.

Uml. kl. 12 byrjar vatnkríggið og kl.12.30 er vatnkríggið liðugt. Eldru næmingarnir hava frí og tey yngru eru í flokkinum til tey fara í frítíðarskúla