Almenn móttøka fyri Høgna Joensen

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 21.08.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í sambandi við, at Høgni Joensen fer frá fyri aldur, verður almenn móttøka í Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin 28. august kl. 15.00–17.00.

Høgni var settur sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í 2008, meðan skúlin stóð í bygging, og hevur tí verið við frá byrjan og staðið á odda fyri skúlanum øll árini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.

Skúlin við Løgmannabreyt