Síðsti skúladagur

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 18.06.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í dag var síðsti skúladagur í Skúlanum við Løgmannbreyt. 

Næmingarnir møttu kl. 8, sum vanligt, og vóru í flokkunum við lærarum sínum. Eftir fríkorterið savnaðust øll í miðhøllini. Fyrst var morgunsangur og síðani sungu vit fleiri av sangunum, sum vit plaga at vera á skránni í gjøgnum skúlaárið. 

Skipað var eisini fyri lissukapping millum næmingarnar. 

At enda sungu vit "Vinir" og "Tú alfagara land mítt". Og tá ið næmingar og lærarar vóru á veg í flokkarnar at siga farvæl og góða summarfrí, ljóðaði "Skúlin er liðugur" í hátalarunum.

Góða summarferiu, vit síggjast mikudagin 12. august :)