Hátíðarløta og prógvhandan

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 18.06.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í gjár, 17. juni, var hátíðarløta og prógvhandan í skúlanum. Umframt at prógvini vórðu handað teimum 35 næmingunum í 9. flokki, varð felagssangur og tónleikur á skránni.

Røður vórðu hildnar av skúlastjóra, lærarum og næmingi og floksmynd varð tikin.

Eisini bjóðaði skúlin ein góðan drekkamunn og lagkøku til øll, sum vóru komið til hátíðarløtu