Fyrsti næmingur í 9.fl. liðugur við próvtøkurnar

Skrivað hevur: Høgni Joensen

Útgivið tann: 12.06.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun varð farið undir ein stóran próvtøkudag, har næmingar fóru upp í lívfrøði og enskum. Frammanundan hevur próvtøka verið í føroyskum og samfelagsfrøði.

Fyrsti næmingur, sum kom út úr próvtøkuhølinum í morgun, var Marin Jákupsdóttir Danielsen.

Sum siður er, handaði skúlastjórin Marini eitt blómutyssi. Eisini er siður, at fyrsti næmingur, ið verður liðugur vindur Merkið í húnarhátt.

Týsdagin verða so teir seinastu næmingarnir lidnir við próvtøkurnar, og ynskja vit øllum góða eydnu tað, sum er eftir av próvtøkutíðini.

Prógvhandanin verður mikudagin 17. juni kl. 15.

Umframt, at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur. Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin. Eisini bjóðar skúlan ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið. 

Skúlin takkar næmingum og avvarðandi fyri gott samstarv hesi níggju árini, ið næmingarnir hava gingið í Skúlanum við Løgmannabreyt, og vit ynskja øllum blíðan byr og eydnu í framtíðini.