5. flokkur vitjaði IRF

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 27.05.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Týsdagin 26. mai 2026 var 5. flokkur á kunningarferð á endurvinningarstøðini hjá IRF í Leirvik. Har verður m.a. pappír, papp og plast, fyrireikað víðari til endurnýtslu .- og harvið eisini tað, sum vit í SVL hava skilt. Á leiðini varð eisini farið at svimja í Svimjihøllini í Klaksvík.

5. flokkur í SVL hevur, eins og 5. flokkur hevur seinasta skúlaárini, tikið sær av matskiljingarskipanini hjá skúlanum. Hvørja viku hava 4-5 næmingar í flokkinum upp á skift havt uppgávuna at fara í skúlastovurnar, frítíðarskúlan, skúlakøkin og lærarastovuna at heinta íløtini, sum matrestir eru koyrdar í. 

Næmingarnir hava so flutt íløtini í matskiljingarskúrin, har matrestirnar eru koyrdar í ein kassa, skornar ella hakkaðar sundur og síðani koyrdar í komposttrumluna. Síðani skuldu øll íløt spulast og reinsast og berast aftur upp á pláss í skúlastovunum o.s.fr.

Hetta arbeiðið hava næmingarnir gjørt bæði væl og virðiliga og lagið hevur verið gott. 

Við at gera hetta arbeiðið fáa næmingarnir, umframt ástøðiligu kunningina, eisini eina verkliga tilgongd.