Munnliga próvtøkan er byrjað. Fyrstu næmingarnir fóru upp í morgun

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 27.05.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skrivliga próvtøkan er liðug, og í morgun varð farið undir tær fyrstu munnligu próvtøkurnar hjá 9. flokki. Í ár skulu næmingarnir upp í føroyskum, enskum, samfelagsfrøði og lívfrøði, og ynskja vit øllum okkara næmingum góða eydnu og blíðan byr.

Fyrst at fara upp í føroyskum í morgun var Anita, og sum siður er, tók hon á seg at vinda “Merkið” í húnar hátt.

Prógvhandanin verður mikudagin 17. juni kl. 15

Umframt at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur. Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin. Eisini bjóðar skúlin ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið.