Á samkomu í Bowlinghøllini í síðstu viku fingu spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu handað prógv.
Hjá okkum í Skúlanum við Løgmannabreyt eru tað næmingar í 7. flokki, sjey gentur og seks dreingir, sum í hesum skúlaárinum hava skipað fyri spølum saman við næmingunum í innskúlingini.
Spæliliðið er virkið í fríkorterum tríggjar ferð um vikuna, bæði uttandura í skúlagarðinum og innandura í fimleikarhøllini, har tey skiftast ímillum at spæla við næmingarnar í 1., 2. og 3. flokki.
Endamálið við Spæliliðnum er at fáa yngru næmingarnar at vera virknar kropsliga og at bøta um trivnaðin í fríkorterum. Tey fyrireika nøkur spøl at spæla, greiða næmingunum frá spælinum og royna at tryggja, at øll eru við í spælinum, hava tað stuttligt og hugna sær saman.
Næmingarnir vóru á skeiði við skúlaársbyrjan, har tey lærdu at standa fyri og skipa fyri barnaspølum. Eisini fingu tey góð hugskot, hvat ein skal leggja dent á, tá ið spælt verður við børn í innskúlingini.
Skúlarnir í kommununi hava havt spælilið í nógv ár, og staðfestast kann, at hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um.
Vit vilja fegin takka næmingum og Sigrid fyri eitt gott og gevandi ár við Spæliliðnum.