Týsdagin var árligi steypadysturin millum fótbóltsbreytirnar í skúlanum við Løgmannabreyt og á Fløtum.
Tað gjørdist ein ógvuliga spennandi dystur, tá ið liðini í góðveðrinum møttust á Ovara vølli í Gundadali. Sí fleiri myndir HER
Avtalað varð, at spælast skuldi tvær ferðir 25 minuttir á heilum vølli, og at liðini skuldu mannast við 3 gentum og 8 dreingjum. Dómari og báðir hjálpardómararnir vóru úr Hoyvík. Ørvur og Tobias hava prógv sum FSF-dómarar, og Lilja, sum er U16-landsliðsleikari, fekk tíverri ikki spælt vegna skaða.
Spenningurin og stemningurin var øgiligur, tí liðini vóru mannað við góðum og royndum fótbóltssnillingum, bæði gentum og dreingjum. Fleiri landsliðsleikarar vóru á liðunum m.a. okkara Lea, Elin og Maria. Tær eru U15-landsliðsleikarar. Eisini vóru nógvir áskoðarar og viðhaldsfólk frá skúlunum møtt í Gundadali.
Liðið á Fløtum legði seg á odda við góðum álopsspæli, men hoyvíkingar svaraðu skjótt aftur og javnaðu við máli, sum Benjamin skoraði.
Tey á Fløtum løgdu seg aftur framum, men okkara stríddust áhaldandi og javnaðu við máli frá Silasi.
Í hálvleikssteðginum var støðan javnleikur 2-2.
Eftir at leikararnir høvdu hvílt seg og skift síðu, varð farið undir seinna hálvleik. Okkara lið stríddist áhaldandi við góðum álopsspæli og bóltførleika og komu framum 3-2. Aftur var tað Benjamin, sum skoraði, men stutt fyri leiklok settu tey á Fløtum bóltin í netið til 3-3.
Dómarin avgjørdi, at ein vinnari skuldi finnast, so liðini fóru út í longda leiktíð, tvær ferðir 5 minuttir, men einki mál kom í yvirtíðini.
Tí var neyðugt við brotssparkskapping og hana vann liðið á Fløtum 5-4.
Vit við Løgmannabreyt takka fyri javna dystin og ynskja Skúlanum á Fløtum hjartaliga til lukku við steypinum. Vit gleða okkum til dystin næsta ár. Tá ætla vit at vinna steypið til Hoyvíkar.