SVL veðurlagsvirðisløn fyri matskiljiskipan

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 29.04.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Føroya Lærarafelag heiðrar Skúlan við Løgmannabreyt við árligu Veðurlagsviðurslønini.

Virðislønin varð handað á aðalfundinum, sum var fríggjadagin 26. apríl. SVL varð umboðað av leiðslu skúlans, umframt Heðin og Jonu úr 5. flokki og Milan og Eimi í 6. flokki.

Virðislønin er fyri matskiljiskipanin, sum hevur verið í skúlanum í nøkur ár. Í stuttum er skipanin tann, at matrestir verða skildar burtur frá øðrum burturkasti í skúlaflokkunum, á lærarastovuni, i skúlakøkinum og í frítíðarskúlanum.

Matrestirnar verða koyrdar í tøtt íløt, sum verða tømd eina ferð um vikuna, hesum taka næmingar í 5. flokki sær av. Næsta stigið er at matrestirnar verða stykkjaðar sundur og koyrdar í ein komposttrumlu - saman við eitt sindur av sagispónum.

Trumlan verður javnan malin, og tá kemur oksygen til matrestirnar - sum ger, at komposteringin gongur skjótari.

Ein annar fyrimunur við hesari skipanini er, at til ber at koyra allar matrestir í, eisini kjøt.

Eftir uml. 2 mánaðum eru matrestirnar komposteraðar so mikið, at tað ber til at koyra tær í mold ella aðra staðni kring skúlan

  • Les meira um grundgevingina fyri viðurslønina HER
  • Fleiri myndi um kompostskipanina eru at síggja HER
  • Sí innslag í Dag og Viku frá 20.09.2023 HER