Fyrsti útiskúli í 2024 í dýrdarveðri

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 10.01.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Næmingar í 3. flokki eru hvørja viku í útiskúla. Hesa vikuna stóð reyði og grøni bólkur fyri tørni. 

Vit skuldu út í Sandágerð. Fyrst varð farið við bussi oman í miðbýin og síðani út til Skúlan við Fløtir. Haðani var gingið oman móti Sandá.

Gingið varð gjøgnum kirkjugarðin, sum er ein áhugaverd leið at ganga, tí har er nógv at tosa um við næmingarnar.

Síðani fóru vit oman til ánna við stóru brúnna. Haðani gingu vit Havnamegin í gjøgnum mosa, klettar, riv og upp um hegn og yvir um áir. At enda komu vit oman til gomlu Argjabrúnna og oman í Sandágerð.

Í Sandágerði funnu vit eitt gott stað at hava bál og at eta matpakkan.

Næsta tíman fingu næmingarnir høvi at fara á kanningarferð í fjøruni, á sandinum, í ánni og aðrar staðir. Høvdu teir hug at vassa, so varð rátt teimum til heldur at lata seg úr skógnum og hosum, tí tað endar altíð við at aldurnar eru størri, enn tú væntar, og so verður tú vát/ur. Og soleiðis gekk hjá fleiri. Men nøkur lótu seg úr og kundu seinni lata seg í turrar hosur og skógvar. 

Í øllum førum var tað gott at hava eitt bál at hita seg við.

Tá tíðin var um at líða, settu vit okkum, sum vant, í ring at uppliva náttúruna við teimum 4 sansunum. Við øðrum orðum vit seta okkum at blunda og so lurta eftir aldum, fuglum, skipsljóði... -  lukta fjørðuna og bálroykin... -  smakka sandin millum tennirnar.... - og kenna steinar, túgvur og annað við hondunum og kroppinum sum heild.

Áðrenn vit fóru niðan til bussin, kvóðu vit á sandinum 9 ørindi úr Regin Smiði, sum er kvæðið, sum skúlin kvøður henda veturin. 

Í sending í KVF í morgun HER varð tosað um 18 rørslur, sum børn skulu meistra.

Í útiskúla munnu flestar av hesum verða vandar.