Vitjan á Sjósavninum

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 11.04.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

3. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt vitjaði mikudagin Sjósavnið, sum er Argjum, skamt við Sandagerð.

Her tók Hans Eli Sivertsen ímóti og greiddi meistarliga frá um tað, sum er at síggja á savninum. Og væl lá fyri at greiða frá, næmingarnir sótu hugtiknir og lurtaðu við stórum áhuga. 

Eftir tað varð farið útum at hyggja at tí stóra karinum, har toskar og upsar upp í 20 kg vóru at síggja saman við seiði, hýsu og øðrum fiski.

Síðani fóru næmingarnir sjálvir á kanningarferð, m.a. við at loysa uppgávur, sum savnið hevur gjørt til tað sama.

Vit takka fyri eitt sera gott og lærandi undirvísingartiltak!

Fleiri myndir og filmsupptøkur eru at síggja HER