Í góðveðrinum í dag fóru okkara næmingar í 9. flokki við Norrønu til Íslands.
At fara á setursskúla í Íslandi, er ein spennandi møguleiki hjá næmingunum at uppliva íslendsku náttúruna, jarðfrøðina, mentanina og søguna í grannalandi okkara.
Næmingarnir búgva umborð, meðan Norrønu liggur við bryggju á Seyðisfirði, men gera m.a. busstúrar til Dimmuborgir, Námaskarð og Mývatn, har teir fara at hugna sær, hyggja at íslendska landslagnum og svimja í heitum undirgrundsvatni.
Vitjað verður eisini náttúrubaðið Vøk Baths, ið er ein jarðhitadepil, sum liggur beint við Egilstaðir. Har ber til at njóta framúr góða útsýni yvir sjógvin og vakra landslagið.
Ferðalagið verður aftur í Havn seinnapartin fríggjadagin.
Vit ynskja næmingum og lærarum góða, læruríka og hugnaliga ferð.