7., 8. og 9.fl til talvkapping.
FM Í SKÚLATALVI - DAGUR 3
Í dag vóru tað næmingar í 7.-9. flokki, sum áttu tørn at talvkappast við Tjarnir.
Eins og í gjár var spenningurin stórur, tá ið komið var til seinasta umfar. Skúlin á Fløtum hevði eitt hálvt stig niður til Sankta Frans eftir tepran sigur í innanhýsis dystinum teirra millum umfari frammanundan, men í lokadystinum mátti liðið frá SVL sættast við javnleik móti Eysturskúlanum, og so kundi Sankta Frans tryggja sær fyrstaplássið við sannførandi sigri í sínum dysti. Skúlin á Fløtum gjørdist nummar tvey og Tofta skúli nummar trý.
Skúlin við Løgmannabreyt átti besta gentuliðið og Skúlatrøð besta blandaða liðið.
Endastøðan:
1. Sankta Frans 1 – 23,5 stig
2. Skúlin á Fløtum 9a – 22,5 stig
3. Toftir – 21 stig
4. Eysturskúlin 1 – 20,5 stig
5. Løgmannabreyt 7 – 20 stig
6. Løgmannabreyt 9 – 19,5 stig
7. Sankta Frans 2 – 19 stig
8. Løgmannabreyt 8 – 19 stig
40 lið.
Í alt 138 lið úr 19 skúlum tóku lut í FM í skúlatalvi í ár