18. nov. 2026
Útiskúli í føgrum vetrarveðri.
Útiskúli
Mikudagur er útiskúladagur hjá 3. flokki. Vit gingu frá skúlanum yvir móti Sundvegnum og komu m.a. fram við leivdunum frá einari útsýnisstøð hjá bretum, tá ið teir vóru her undir seinna heimsbardaga. Inni í húsagrundini var ein flottur "Street" málningur, sum er at síggja millum myndirnar.
Málið í dag var at ganga fram við Hoydalsá, frá brúnni omanfyri Ternurygg og oman til Svartafoss. Hetta er eitt sera vakurt øki, sum nógv hava sæð yvir á, men fá hava veruliga verið nær hjá. Lendið er væl vaksið við lyngi og mosa og onkrastaðni er neyðugt at troka seg í gjøgnum tættvaksið kjarr.
Men vit komu fram og hugnaðu okkum undir Svartafossi við báli og matpakka .
Ein sera góður dagur.