Búmerkið hjá felagnum
17. nov. 2026

3. -4. flokkur til talvkapping við Tjarnir.

Í dag vóru næmingar í 3. og 4. flokki til skúlatalvkapping í høllini við Tjarnir.

Heili 52 lið luttóku í kappingini og hetta gekk sera væl. Øll hugnaðu sær.

Næmingar úr 3. flokki endaðu á 3. plássið og gentur í 3. flokki vóru besta gentulið í kappingini. 

Úti við 400 næmingar úr 3. og 4. flokki tóku lut, tá ið fyrsta av trimum FM-kappingum í skúlatalvi var hildin við Tjarnir í dag.
Tað vóru næmingar úr Skúlanum á Fløtum, sum hava vant dúgliga hjá Absalon Hansen, sum sigraðu við 27,5 stigum av 30 møguligum. Kappingin var hørð um næstu plássini, har tað endaði við, at Hoyvíkar skúli fekk 2. plássið við 22 stigum, og Skúlin við Løgmannabreyt fekk 3. plássið við 21,5 stigum.
Eiðis skúli átti besta blandaða liðið, t.e. har liðið er býtt javnt millum gentur og dreingir. Liðið av Eiði fekk 18 stig og endaði á 9. plássi í samlaðu kappingini.
Besta gentuliðið átti Skúlin við Løgmannabreyt. Gentuliðið frá SVL fekk 17 stig og endaði á 15. plássi í samlaðu kappingini.


Í alt 54 lið tóku lut, harav 9 blandað lið og 10 gentulið.


Endastøðan:
Spírin (Skúlin á Fløtum) - 27,5 stig
Hoyvík 1 - 22 stig
Løgmannabreyt 3 - 21,5 stig

Í alt 52 lið.
FM í skúlatalvi heldur fram í morgin, tá 46 lið úr 5. og 6. flokki hittast til kapping. Í ovurmorgin telva næmingar úr 7.-9. flokki. Tá eru liðini 38 í tali.
Í alt fara 1.000 næmingar úr 18 skúlum at hava sitið við talvborðini hesar tríggjar dagarnar.

Fleiri myndir.