Børn hjálpa børnum.
Innbjóðing til jólasølukafé tann 20. novembur 2026 kl. 15-17
Góðu foreldur, systkin, ommur, abbar og onnur J
Síðani 2013 hevur Skúlin við Løgmannabreyt skipað fyri jólasølukafé og soleiðis verður aftur í ár. Vit hava valt at kalla okkara átak ”Børn hjálpa børnum”. Ágóðin í ár fer óskerdur til børnini hjá “Títt Rúm” hjá Bláa Krossi Føroyar.
Hetta átak snýr seg um barnahendur, sum baka, skapa og geva. Tað snýr seg um at gleða onnur børn í Føroyum og um at rætta eina hjálpandi hond.
Møguleiki verður at keypa sær kaffi, te, sunkist, vaflur og annað gott. Somuleiðis verður tað møguligt at ogna sær jólaprýði, bakstur og mangt annað fyri lítið og lætt. Hetta eru lutir, sum okkara næmingar hava gjørt. Eisini verður søla av lutaseðlum, har tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Lutaseðilin kostar kr. 10,-. Lutaseðlarnir verða trektir kl. 17
Øll er hjartaliga vælkomin at vitja okkara jólasølukafé