Búmerkið hjá felagnum
27. mai 2026

5. flokkur vitjaði IRF.

Týsdagin 26. mai 2026 var 5. flokkur á kunningarferð á endurvinningarstøðini hjá IRF í Leirvík. Har verður m.a. pappír, papp og plast fyrireikað víðari til endurnýtslu og harvið eisini tað, sum vit í SVL hava skilt. Á leiðini varð eisini farið at svimja í Svimjihøllini í Klaksvík.

5. flokkur í SVL hevur, eins og okkara 5. flokkar hava seinastu nógvu skúlaárini, tikið sær av matskiljingarskipanini hjá skúlanum. Hvørja viku hava 4-5 næmingar í flokkinum upp á skift havt uppgávuna at fara í skúlastovurnar, frítíðarskúlan, skúlakøkin og á lærarastovuna at heinta íløtini, sum matrestir eru koyrdar í. 

Næmingarnir hava so flutt íløtini í matskiljingarskúrin, har matrestirnar eru koyrdar í ein kassa, skornar ella hakkaðar sundur og síðani koyrdar í komposttrumluna. Síðani skulu øll íløtini spulast og reinsast og berast aftur upp á pláss í skúlastovunum o.s.fr.

Hetta arbeiðið hava næmingarnir gjørt bæði væl og virðiliga og lagið hevur verið gott. 

Við at gera hetta arbeiðið fáa næmingarnir, umframt ástøðiligu kunningina, eisini eina verkliga tilgongd. 

Fleiri myndir.