Børn hjálpa børnum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 07.11.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vælkomin til tiltakið "Børn hjálpa børnum", sum verður fríggjadagin 14. novembur kl. 15-17 í skúlanum við Løgmannabreyt.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Síðan 2013 hevur Skúlin við Løgmannabreyt skipað fyri jólasølukafe og soleiðis verður aftur í ár. Vit hava valt at kalla okkara átak "Børn hjálpa børnum".

Ágóðin í ár fer óskerdur til børnini í Kvinnuhúsinum.

Hetta átak snýr seg um barnahendur, sum baka, skapa og geva. Tað snýr seg um at gleða onnur børn í Føroyum og um at rætta eina hjálpandi hond.

Møguleiki verður at keypa sær kaffi, te, sunkist, vaflur og annað gott. Somuleiðis verður tað møguligt at ogna sær jólaprýði, bakstur og mangt annað fyri lítið og lætt. Hetta eru lutir, sum okkara næmingar hava gjørt. Eisini verður søla av lutaseðlum, har tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Lutaseðilin kostar kr. 10,-

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkaru jólasølukafé :)