Nú fiskur er á grunnunum og besta fiskitíð....
Til morgunsangin fríggjadagin høvdu vit vitjan av manningini á Westward Ho, í sambandi við fiskikappingina í ár. Tað var okkara fyrrverandi næmingur, Jógvan Elias Weyhe, ið handaði Kjartani eina tráðu, tí hann hevði fingið stórsta fiskin, sum var ein kalvi.
Næmingar í 6. flokki høvdu morgunsangin og eina framløgu við myndum frá túrinum. Eisini sungu vit kendar sjómanssangir.
Framløgan:
Á flot við Westward Ho er eitt tilboð til 6. flokkarnar í Tórshavnar kommunu, har næmingarnir sleppa ein fiskitúr, sum er skipaður sum ein fiskikapping millum flokkarnar.
Vit vóru við sluppini hósmorgunin 21. og fríggjamorgunin 22. august.
Veðrið var rættiliga gott báðar dagarnar, tá ið vit klokkan átta loystu frá Høgukei við Skeivapakkhús. Bert eitt lítið lot.
Hetta vóru tveir sera stuttligir og góðir túrar vit gjørdu, og vit fingu nógv burturúr. Vit fingu nógvan og stóran fisk, og lærdu t.d. at blóðga og kryvja og fingu at vita, at fiskur etur t.d. krabba, krossfisk, makrel, rækjur og annað.
Vit brúktu makrel og rækjur sum agn, og tað riggaði stak væl, tí vit fingu tosk, hýsu, longu, seið, upsa, tveir kalvar, makrel, kongafisk og nakrar reyðsprøkur.
Vit høvdu býtt okkum í tveir bólkar. Bólkurin, sum mynstraði hósmorgunin fekk 104 fiskar, og tey, sum fóru á flot fríggjamorgunin, fingu 113 fiskar, men hetta var ikki nokk til at vinna fiskikappingina í ár. Vit fiskaðu næstmest og vóru 8 fiskar frá at vinna, men vit vóru skúlin, sum fekk størstu veiðina, 217 fiskar.
Umframt at kappast um, hvør fær flest fiskar, verður eisini kappast um at fáa størsta fiskin, og hesa kappingina vunnu vit, tí Kjartan í okkara flokki fekk ein kalva, sum vigaði 6,2 kilo, og fyri tað hevur hann fingið eina tráðu frá Jógvani Weihe.
Reglurnar eru, at fiskað verður við tráðu og pilki, og kunnu í mesta lagi 12 tráður vera úti samstundis. Fiskur minni enn 30 cm telur ikki við og verður blakaður út aftur.
Roynt verður á fiskimiðum og plinkum í Nólsoyarfirði, og tá ið so skiparin ringir við skipsklokkuni, verða tráðurnar drignar inn, og skiparin finnur eitt annað mið. Vit høvdu næstan fleiri abbar við okkun enn vit vóru næmingar. Men menninir hjálptu væl til umborð. Næstan øll fingu onkran fisk, men ikki øll. Onkur fekk tveir fiskar i einum.
Um hálvgum tólv tíðina ringdi skiparin við skipsklokkuni, tí nú var tíð at telja fiskarnar. Vit vóru øgiliga spent at vita, hvussu nógv vit høvdu fingið.
Um tólv tíðina vóru vit aftur við Høgukei eftir ein sera væl eydnaðan túr.
Góða eydnu til tykkum, sum skulu á flot við Westward Ho tey næstu árini.