3. flokkur var í dag í útiskúla. Málið var at vitja viðarlundina undir Kerjum, (viðarlundina niðanfyri Hotel Føroyar)
Farið varð við bussi út til Skúlan á Fløtum og so til gongu niðaneftir. Tað var eitt fitt lot eystan og nakað av sirmi eisini. Men so skjótt vit komu í Viðarlundina, var stilt og sirmið var mestsum burtur. Og á beranum inni í millum trøini, sum vit plaga at vitja, var sum innandura. Har kyndu vit bál og hugnaðu okkum. Har er eisini ein togendi at sveiggja seg í, so nógv tið gekk við tí.
Tað harmaði okkum at síggja, at á hesum fagra staði var ein sundurbrotin flamingopláta og allastaðni vóru hvít petti at síggja. Vit gjørdu av at taka so nógv flamingopetti upp, sum vit megnaðu. Og so høvdu vit tað við okkum á veg heim aftur. Vit høvdu tó ikki hetta við okkum í bussin, men settu tað í eitt bussskýli til at fara eftir seinni.
Samanumtikið ein góður útiskúladagur og ein góð kensla at hava tikið eitt tak í átakinum Rudda Føroyar