Í morgun var skipað fyri árligu brandroyndini. Í stuttum er mannagongdin, at brandalarmurin fer í gongd, og so skulu lærarar og næmingar fylgja eini ætlan, m.a. at kanna nøvn og ganga leiðina oman á Hoyvíksvøllin, har endaliga manntalið verður gjørt upp.
Endamálið við brandroyndini er at venja næmingar og lærarar við eina støðu, sum kundi verið lík einari vandastøðu.
Alt gekk sum tað skuldi og tað gjørdi ikki verri, at veðrið var av tí allar fagrasta.
Brandroyndin endaði við, at vit sungu Vinir, trýst á