Myndir

Fram við Hoydalsá - frá Ternuryggi oman í Svartafoss 25.10.21

Mánadagin 24. oktober var 3. flokkur í útiskúla. Vit gingu úr skúlanum yvir til brúnna, sum fer yvir um Hoydalsá yvir móti Ternuryggi. Hoydalsá, sum er markið millum Havnina og Hoyvík, byrjar í Villingardali og Villingardalsfossi og heldur so sína leið oman móti sjóvarmálanum. Tó er tað ikki alt vatnið úr Villiingardali, sum kemur í ánna, tí har er vatnbyrging, har drekkivatni til eysturbýin og Hoyvík verður savnað.

Eftir at mynd var tikin á brúnni, var farið til gongu fram omaneftir. Har møttu vit fleiri avbjóðingum, m.a. ráddi tað um at halda sær fast fyri ikki at glíða, at krúpa millum greinar og halda fast í hegni fyri ikki at detta í ánna. Tey, sum høvdu stivlar høvdu tað eitt sindur lættari og fingu eisini møguleikan at fylgja ánni í smoguni undir Vegnum Langa. Niðri við Svartafoss steðgaðu vit og næmingarnir komu við træsprekunum, sum teir høvdu fingið við skúlan og løgdu tað í lítla bálið, sum bæði vermdi og skapti hugna.

Eftir hetta fóru vit aftur í skúlan