Tónleikur

Lesiætlan fyri Tórshavnar kommunalu skúlar
Tónleikur

3. undirvísingarpartur (8. - 9. flokkur, valgrein og 10. flokkur, breyt)

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls
  • at varðveita, verja og menna skapandi evni næminganna,
  • at geva teimum innlit í, hvussu tónleikur verður nýttur í ymsum samfelagsligum, mentanarligum og søguligum samanhangi og
  • at skapa fortreytir fyri tónleikauppliving og menna ansnið fyri teim ymisligu  tónleikabúnunum.

Undirvísingin byggir á tað, næmingarnir hava nomið tey fyrstu sjey árini. Hon fevnir um allar lutir og mennir teir. Sangur og spæl á ljóðføri er miðdepilin í undirvísingini, og næmingarnir eiga at fáa høvi at menna fimi og kunnleika um spæl og ljóðføri.

Tað er uppgáva lærarans at læra næmingarnar at spæla og syngjasaman – løg og sangir í ymiskum tónleikabúnum Tað er sostatt ikki beinleiðis uppgáva lærarans at geva hvørjum einstøkum næmingi serkunnleika á einum ljóðføri. Havast skal í huga, at tað serliga er rútmiskum tónleiki, tey ungu lurta eftir, og tí eigur at verða bygt á henda tónleikin.

Í samanspæli og sangi eiga vit at leggja okkum eftir at fáa rættan klang og at fáa tónleikin at sveiggja, t.e., leggja dent á dygd heldur enn nøgd av sangum og løgum. Fara vit ov lætt um dygdina, missa næmingarnir skjótt hugin at inna tónleik.

Eins og í undirvísingini í 1. - 7. flokki, skulu vit tó framhaldandi lesa um, lurta eftir og spæla tónleik, ið kemur úr fjarskotnum londum, - og somuleiðis eigur klassiskur tónleikur at verða tikin við, sum tað hóskar.

Samrøður um tónleik eru sum heild umráðandi. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir duga at orða seg og taka støðu í hesi grein. Á henda hátt fara næmingar og lærarar vónandi at skilja hvør annan betur, tá tað kemur til at sannkenna fjølbroytni og ymsu áskoðanirnar, sum eru um tónleik.

Improvisation eigur at vera fastur táttur, av tí at tónleikur framhaldandi skal fremja tað skapandi í okkum. Somuleiðis er umráðandi, at næmingarnir fáa høvi at koma fram at teldum við tónleikaprogrammum (cubase, encore, musicator o.a.), har teir fáa høvi til tónasmíð og at leggja til rættis (arrangera). 

Tann ástøðiliga vitanin er umráðandi og eigur at verða tikin við so mikið, tað fyri næmingarnar kennist viðkomandi. Læran um nótar og nótavirði, talseting og hugtøk sum T – D – sd – T.Føroyskur dansur eigur at vera partur av undirvísingini, og í tí samanhangi er eisini møguleiki at fáast við t.d. kingoløg og síðan at taka fram føroyskar tónleikarar, ið brúka kingoløg sum íblástur til nútímans rokk- og popptónleik.

Sannkenningin um, at tónleikur, sangur og dansur ofta hanga saman, er umráðandi. T.e. dansur kann stimbra og skapa tónleik og øvugt. Hetta kann bæði vísast við okkara føroyska dansi og øðrum etniskum dansum, spølum og songum – t.d. av afrikanskum uppruna.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30