Tilevning

Lesiætlan fyri Tórshavnar Kommunalu skúlar
TILEVNING

 Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

 

 

  • at geva næmingunum fakliga, egna og sosiala vitan

     

  • at stuðla næmingunum soleiðis, at teirra egnu meiningar, samleiki, hugflog, gleði og gott arbeiðslag verða stuðlað og ment

     

  • at læra at samarbeiða og at kenna samábyrgd

     

  • skapa møguleikar fyri djúphugsan og sjálvstøðugari støðutakan

     

  • at læra næmingarnar at gagnmeta sítt egna arbeiði og arbeiðslag

     

  • at læra næmingarnar at gagnmeta arbeiði hjá hvør øðrum

     

  • at nýta myndaarbeiði sum samskiftismiðil, har næmingurin kann bera fram sínar meiningar, kenslur, tankar o.a.

     

  • at læra at týða myndamál.

     

Innhaldið í undirvísingini

 

 

Vit liva við eini mentan, har myndir fáa størri og størri týdning. Børn og ung síggja myndir allastaðni. Serliga verða tey nógv ávirkað av myndum í bløðum, lýsingum, filmum, sjónvarpi, teldum/spølum, manipuleraðum myndum o.ø. Tað er tí týdningarmikið, at børn og ung læra at gagnmeta og týða myndamál og sjálv læra at nýta myndamál sum egið samskiftisamboð.

 

 

 

 

At røkka hesum máli, skulu næmingarnir í tilevning í høvuðsheitum arbeiða við fløtum, rúmligum og elektroniskum myndum.

 

 

 

 

Flatar, t.e. tví-dimensionellar myndir

 

 

Næmingarnir skulu fáa høvi at arbeiða við bæði vátum og turrum litum, ymiskum tekni/máliamboðum og tilfari. Fáa innlit í litlæru, læra at blanda litir, bæði vátar og turrar litir, læra ymiska málitøkn og læra um myndauppbygging/samanseting.

 

 

 

 

Tekning er grundleggjandi í evning, bæði at siga tað sjálsstøðugt og sum upprit og útkast til forarbeiði á øðrum økjum.

 

 

 

 

Samklipp er vælegnað til allar aldursbólkar, bæði natúralistisk, ímyndandi og háfloygt samklipp.

 

 

 

 

Prent/grafikkur er eisini væl egnaður til allar aldursbólkar. Arbeiðast kann við einkultum prenti við teimum yngru næmingunum, t.e., ymiskum gníggi- og trykkprenti. Teir eldru næmingarnir kunnu arbeiða bæði við einføldum prenti og kravmeiri prenti/grafikki sum linoliumsskurði, træskurði o.ø.

 

 

 

 

Parafrasan er ein máti at læra myndir og myndamál betur og eisini sjálv gerast betri at arbeiða við myndum. Parafrasan byggir á eina kendari mynd ella skurðmynd, tað kann vera ein klassisk listamynd/skurðmynd, sum síðani á ymiskan hátt verður gjørt til egið verk.

 

 

 

 

Rúmligar, t.e. trídimensionellar myndir

 

 

Teir yngru næmingarnir kunnu arbeiða við ymiskum leirskurðmyndum. Teir kunnu t.d. læra at gera djór úr leiri og læra at gera ymisk sløg at skapilsi og dukkum til t.d. dukkusjónleik. Hetta kann gerast úr t.d. pappíri, tógvi, toyi, ull, papmaché o.ø. Teir skulu læra at skapa lív í teir einstøku figurarnar og í figurbólkarnar. Fyri at megna hetta, mugu næmingarnir læra um støddarmál (proportiónir), kropsmál og kropsrørslu.

 

 

 

 

Teir eldru næmingarnir kunnu arbeiða við skurðmyndum í leiri, gipsi, stáltráði, træi og burturkasti. Teir eiga at fáa innlit í tey ymisku skurðmyndaevnini, so sum rútmu, rørslu, tættleika, holrúm, yvirflatan, sokkulin o.a. Við hesari vitan kunnu næmingarnir miðvísari fara til verka við sínum skurðmyndaarbeiði.

 

 

 

 

Installatiónir eru eisini eitt slag av rúmligum verkum, og egna seg væl til teir eldru næmingarnar.

 

 

 

 

 

 

Elektroniskar myndir

 

 

Hjá teimum eldru næmingunum er teldan, digitala myndatólið og videoupptakarin eitt sjálvsagt amboð. Teldan og myndatólið egna seg væl saman. T.d. kunnu næmingarnir sjálvir taka myndir og viðgera tær við myndaprogramminum á telduni. Myndaprogrammið Paint Shop Pro 7 er sera væl egnað. Her kunnu næmingarnir arbeiða við ymiskum løgum (layers) av myndum. Tær liðugt viðgjørdu myndirnar kunnu so verða vístar í PowerPoint.

 

 

 

 

 

 

Hvat skal innihaldið vera í myndaarbeiðinum hjá næmingunum?

 

 

 

 

Innihaldið í myndaarbeiðinum hjá næmingunum eigur at byggja á egnar eygleiðingar, upplivingar, hugmyndir og hugflog, kenslur og tankar og útsagnir, sum ofta kunnu vera torførar at siga.

 

 

 

 

Evni eiga at vera tikin upp, sum stuðla undir samleikan og sannkenningina hjá næmingunum. Bæði evni í Føroyum, sum nerta við føroysku mentanina og náttúruna og eisini útlendsk evni, sum nerta við aðrar mentanir og onnur lívsvirði.

 

 

 

 

Eisini eiga stór lívs- og tilveruevni sum t.d. lív og deyði, kærleiki og hatur, tað góða og tað ónda, gleði og sorg, vinalag, happing, einsemi o.a. at vera tikin upp og vera íbirting til myndaarbeiði hjá næmingunum.

 

 

 

 

Samfelagslig evni sum t.d. dálking, kríggj og ófriður, hótt djór, ovurnýtsla, ójavni ímillum ídnaðar- og menningarlond eiga eisini at vera tikin upp í evningararbeiðinum.

 

 

 

 

 

 

Annað innihald í undirvísingini

 

 

Sigast kann, at í evning arbeiða næmingarnir við tveimum sløgum av myndum. Teimum myndum, sum tey sjálv gera, og teimum myndum, sum onnur gera ella hava gjørt.

 

 

 

 

Listasøga

 

 

 

 

Næmingarnir eiga at fáa innlit í listasøguna. Við hesum innliti og hesi vitan fata næmingarnir sambandið ímillum list og samfelagsbroytingar, og hvussu listin upp ígjøgnum tíðirnar hevur avmyndað samfelagið. Hetta kann gera tað, at teir fata betur nútíðarlistina og taka betur við nýggjum rákum.

 

 

 

 

Við listasøguni fáa næmingarnar kunnleika um og innlit í tey ymisku formmálini, t.d. holulist, egyptiska list, renesansu list, impressionismu, ekspressionismu, kubismu, abstraktari list, surrealismu, nútíðarlist o.a.

 

 

 

 

 

 

Myndatýðing og myndasamrøður

 

 

 

 

Næmingarnir skulu læra at leggja fram, týða, og meta um sítt egna myndaarbeiði og somuleiðis myndaarbeiði hjá hinum næmingunum í flokkinum. T.e., at teir skulu læra at týða og meta um sambandið ímillum innihald, form, tilfar, tøkni og boðskapin í myndaarbeiðinum. Hetta gerst samstundis ein liður í eftirmeting og hugleiðing um egið arbeiði og arbeiðslag.

 

 

 

 

Tað er týdningarmikið, at næmingarnir læra eisini at samrøða um og týða myndir úr sínum dagliga umhvørvi, úr síni mentan og somuleiðis tær klassisku listamyndirnar.

 

 

 

 

Tá ið næmingarnir samrøða um og týða myndir út í æsir, kunnast teir við myndina. Teir læra tí meira um myndamál, sum síðani kann styrkja teirra egna førleika til myndarbeiði og gera teir betur førar fyri at gagnmeta sítt egna myndarbeiði og myndaarbeiði sum heild.

 

 

 

 

 

 

Ævintýr

 

 

Eisini ber til at brúka ævintýr í tilevningini. Kanska serliga í teimum yngru flokkunum, tó eisini í teimum eldru, um áhugin er til tess.

 

 

 

 

Eitt ævintýr verður valt burturúr, helst í samráð við flokkin. Ævintýrið verður lisið, og so verður prátað um tað. Síðani ger hvør næmingur sær ”figurarnar”. Leiklutirnir verða lærdir, og ein pallur gjørdur, har framførsla kann verða. Endamálið við hesum er at brúka hugflogið.

 

 

 

 

Storyline-hátturin kann eisini verða brúktur í hesum samanhangi.

 

 

 

 

 

 

Náttúran í tilevningini

 

 

 

 

Náttúran hevur/gevur nógvar møguleikar, sum vit kunnu brúka í tilevningini. Lærari og næmingar kunnu fara út í náttúruna og eygleiða: hyggja, lurta, tevja, nerta við og práta um tað, teir síggja.

 

 

 

 

Hvat er úti í náttúruni? Á hvønn hátt kann náttúran verða brúkt í myndaarbeiðinum? Hvat tilfar og hvør tøkni kann verða brúkt?

 

 

 

 

Farast kann t.d. oman í fjøruna at savna tara, steinar, sand, skrambul og annað. Eisini er nógv áhugavert uppi í haganum, t.d. mosi, lyngur, lesull, steinar o.a.

 

 

 

 

Eftirmeting og gagnmeting við arbeiðnum

 

 

 

 

Tað er týdningarmikið, at næmingarnir læra at eftirmeta og gagnmeta sítt egna arbeiði og arbeiðslag og arbeiði hjá hvør øðrum. Hetta kann verða gjørt á ymiskan hátt, t.d. við tað, at næmingarnir læra at tosa um sítt egna arbeiði og arbeiði hjá hvør øðrum og læra at geva hvør øðrum aftursvar. Hetta krevur, at lærarin setur tíð av og skapar møguleikar fyri hesum, t.d. eftir hvørja undirvísingartilgongd.

 

 

 

 

 

 

Framsýning við myndaarbeiði

 

 

Tað er týdningarmikið fyri næmingarnar, at teir sleppa at vísa arbeiði sítt fram. At arbeiði gerst sjónligt fyri øðrum. Og at næmingarnir læra at vísa fram sítt arbeiði. Hetta kann gerast á gongini ella t.d. á bókasavninum í skúlanum ella í hølum aðrastaðni í býnum ella í bygdini.

 

 

 

 

Av skúlanum krevst pláss og umstøður til hesar framsýningar, t.d. skinnarar til upphang, gott ljós, t.d. spotlampur, podier (pallur) og montrur til skulpturar o.a.

 

 

 

 

Í hesum arbeiði skulu næmingarnir læra at taka støðu til, hvar myndirnar skulu hanga, og hvussu tær skulu hanga. Hvørjar skulu hanga lið um lið, hvørjir litir hóska saman og hvørjir ikki o.s.fr..

 

 

 

 

Hetta er samstundis ein liður í teirra eftir- og gagnmetingararbeiði.

 

 

 

 

Byggilist, veggjaprýðing, leikpallalist o.a. eru eisini vælegnað í evning. 

 

 

 

Verkætlanararbeiði

 

 

Eftir nýggju fólkaskúlalógini eiga næmingarnir at læra at arbeiða við verkætlanum. At leggja fram verkætlanararbeiði næmingins eigur at vera merkt av ymiskum málbúnum. Førleikan til at gera málbúnar við ymiskum myndaarbeiði, kunnu næmingarnir fáa í evningartímunum.

 

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30