Smíð

Lesiætlan fyri Tórshavnar kommunalu skúlar

SMÍÐ

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

-          at varðveita, vekja og menna skapandi evni næminganna,

-          at læra teir at ogna sær ymsar tilevningar- og arbeiðshættir, so at teir verða førir fyri at handfara amboð og tilfar,

-          at kunna teir um fjølbroytt tilfar, tilfarsmøguleikar og vekja ans fyri útsjónd og sniðum, so teir gerast vandnir, tá ið teir virðismeta,

-          at vekja ans næminganna fyri tilevnaðum lutum, so teir læra at virðismeta týdning teirra og at menna evni síni at vera um tey skaptu virðini.

 

 

 

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

-          at varðveita, vekja og menna skapandi evni næminganna,

-          at læra teir at ogna sær ymsar tilevningar- og arbeiðshættir, so at teir verða førir fyri at handfara amboð og tilfar,

-          at kunna teir um fjølbroytt tilfar, tilfarsmøguleikar og vekja ans fyri útsjónd og sniðum, so teir gerast vandnir, tá ið teir virðismeta,

-          at vekja ans næminganna fyri tilevnaðum lutum, so teir læra at virðismeta týdning teirra og at menna evni síni at vera um tey skaptu virðini.

 

Almenn sjónarmið

Lærugreinin smíð er, í okkara hugaheimi, um træsmíð.

Hetta verður sagt, tí vit halda, at flest allar smíðstovur eru óegnaðar, tá ið bæði træ og jarnsmíð eru í somu stovu.

Hóast smíð er tað at viðgera træ, kann annað tilfar, t.d. jarn og onnur metal, plast, horn, bein, steinar, leður o.a. verða nýtt, um tað eisini er samsvarandi endamálinum við lærugreinini.

Ein sjálvsagdur partur av undirvísingini er amboðsnýtsla og tilfarslæra.

Næmingarnir eiga at virða og læra at gera aftur og endurnýta bæði sítt egna og tað, sum felags er.

Dentur eigur at verða lagdur á at læra næmingarnar at fáa sum mest burtur úr tilfarinum.

 

Mið og Mál

Hóast næmingarnir hava ymiskar royndir, má verða miðað eftir, at teir byggja á hetta, menna og varðveita skapanargleðina og læra sambandið millum hugskot, ætlan og úrslit. Teir mugu tí hava høvi til at fremja avrik, har uppskotið er tikið úr egnum barmi. Her býðst høvi at tekna, gera arbeiðsætlan, tilvirka og meta um úrslit.

Verða uppgávur álagdar næmingunum, má verða ansað eftir, at luturin hevur brúksvirði og gagnar tí einstaka næminginum.

Næmingarnir eiga at læra at fara væl um amboðini, og at rudda eftir lokið arbeiði.

Hóast høvudsdenturin eigur ikki at verða lagdur á úrslitið, má ansast eftir – fyri at menna og varðveita hugin til smíð – at gjørdi luturin hevur brúksvirði, og er so dygdargóður, at næmingurin kann fegnast um hann. Mett eigur at verða um arbeiðið og avrikið, áðrenn næmingurin fer heim við lutinum.

Lesiætlanin er býtt í tríggjar undirvísingarpartar. Tað er týdningarmikið, at dentur verður lagdur á sambandið ímillum undirvísingarpartarnar. At tað í hvørjum undirvísingarparti verður hildið fram í dýpdina við tí, arbeitt hevur verið við frammanundan.

 

 

3. undirvísingarpartur (8. - 10. flokkur)

Nú eru næmingarnir komnir í framhaldsdeild og hava longu ognað sær stóran part av grundleggjandi førleikunum í smíði. Tí skal miðast eftir, at teir støðugt mennast og sleppa at royna sítt hugflog og í mongum førum sjálvir gera av, hvat teir vilja arbeiða við. Næmingarnir sleppa at royna alt fleiri amboð og fáa hollan kunnleika um rætta amboðsnýtslu og góða røkt, og somuleiðis mugu teir nú duga at lesa eina tekning.

 

8. flokkur

Í 8. flokki er lærugreinin smíð vallærugrein við 2 tímum um vikuna. Vegna P-fakskipan e.t. í yngru flokkunum, er neyðugt fyrst í 8. flokki at tríva í aftur amboðslæruna í yngru flokkunum, og dentur eigur at verða lagdur á neyvari avrik enn árini frammanundan.

Aftur at teimum amboðum, sum næmingarnir lærdu at handfara undanfarnu árini, koma nú eltól, sum t.d. borimaskina, stikksag og rennil. Umráðandi er, at næmingarnir fáa holla vitan um teirra nýtslu og trygdarviðurskifti.

Umframt at arbeiða við furu, eiga næmingarnir at læra um onnur viðarsløg. Møguleiki skal verða at evna úr øðrum enn viði, t.d. horni, plastikki og metali.

At kunna gera tað, ið nevnt er omanfyri, er gott, um lærarin saman við næminginum leggur fast og stýrir fyrstu uppgávuna.

Í aðru uppgávu, eigur næmingurin sjálvur at royna sítt hugflog og hegni. Til slíkt arbeiði eigur næmingurin at tekna ætlanina, og leggja hana fram fyri læraran, soleiðis, at teir í felag kunnu leggja arbeiðsgongdina til rættis. Lærarin ger av, um uppgávan er egnað í skúlasamanhangi. Smáar samlingar eiga nú at gerast ein partur av avrikinum, t.d. dyvlar, nota ella seta fjaðrar í. Yvirflataviðgerð, t.d. beisa, mála, smyrja við olju ella lakera kunnu eisini verða ein partur av uppgávuni. Næmingarnir læra eisini um trygd hesum viðvíkjandi.

Lærarin saman við næminginum metir um avrikið í hvørjum einstøkum føri.

Arbeiðshugskot: Skammul, klædnastativ, knakarekkja, knakar í ymsum sniðum, smá borð, hill og knívar.

 

 

9. flokkur

 

Í 9. flokki er smíð vallærugrein við 2 tímum um vikuna. Umframt at byggja á ta tillagaðu innlæringina í 8. flokki, eigur næmingurin at laga arbeiðið meira eftir egnum hugflogi og hegni. Uppgávan eigur at seta krøv eftir skúlasamanhangi, og tí eigur lærarin avgerandi orðið í hesum máli.

Fyri at náa tí endamáli, næmingarnir og lærararnir hava sett sær við undirvísingini, kann verða neyðugt, at lærarin saman við næmingunum leggur arbeiðshættirnar fastar í 1. uppgávu.

Næmingarnir eiga at læra at tekna sínar ætlanir við avrikum í ávísum støddarmáti og mest møguligt leggja sær eina tíðarætlan fyri uppgávuna.

Miðað verður eftir, at næmingarnir læra at brúka amboð, sum hóska til teirra førleika, t.d. eltól. Miðað verður eftir at náa ein størri torleika enn árini frammanundan, t.d. við neyvleika og samlingum.

Um møguleiki er fyri tí, eiga næmingarnir meira at sleppa at hvessa og brýna síni egni amboð.

Lærarin saman við næminginum metir um avrikið í hvørjum einstøkum føri.

Hevur næmingurin fylgt undirvísingini í smíð í 8. og 9. flokki, stendur tað honum í boði at sleppa til fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesi lærugrein sbrt. § 16, stk. 4 í fólkaskúlalógini.

Ymisk vandamál

 

Við tað, at næmingarnir skulu læra at arbeiða við t.d. maskinum og vandamiklum tilfari, er týdningarmikið, at teir eisini læra at vera umhugsnir og sýna ábyrgdarkenslu, so teir koma ikki sær sjálvum og øðrum í vanda. Tað skal verða lagt næmingunum eina við ikki at koma sær fram at maskinum, ið bert eru lærarum at nýta.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30