Rennidagur 2009
Í meira enn 25 ár hava føroysk skúlabørn tikið lut í norðurlendsku skúlarenningini. Vanligt er, at skúlarnir hava "rennidag" ein av síðstu skúladøgunum fyri heystfrítíðina, men tá er sum oftast ringt veður.
Tí skipaði skúlin fyri tí árliga rennidegnum týsdagin 29. septembur.
1., 2. og 3. flokkur hitaðu upp við fótbóltsvøllin, síðani gingu øll oman á Tórsbreyt.
Har runnu/gingu næmingarnir runt so ofta sum teir kláraðu, til vit øll gingu niðan aftur í skúlan.
Skúlin bjóðaði øllum kakao og banan.
4. - 7. flokkur hitaðu upp á stóra parkeringsøkinum uttan fyri skúlan. Leiðin hjá teimum var í grannalagnum.
Skúlin bjóðaði øllum kakao og banan.


































