Støddfrøðivika

Í næstu viku fara vit í Skúlanum við Løgmannabreyt at hava støddfrøðiviku.


Næmingarnir í 9. flokki eru í starvsvenjing, og næmingarnir í 8. flokki skriva verkætlanaruppgávu í næstu viku. Tí hava vit tikið avgerð um, at næmingarnir í 1. fl. til og við 7. fl. eisini skulu hava ein eitt sindur øðrvísi skúladag enn vanligt.


Hesa ferð hava vit valt at hava ein støddfrøðiviku, og byrjar hon mánadagin 30. januar og endar fríggjadagin 3. februar. Vikan verður skipað á tann hátt, at allir flokkar hava støddfrøði í triðja og fjórða tíma hvønn dag í vikuni, har til ber at hugsavna seg um eitt fak og arbeiða tvørtur um floksstig, um hugur er til tess.


Í øllum skúlanum – bæði innandura og uttandura – fara vit at hava verkstovur og verkstøð, har næmingarnir fara at royna seg í støddfrøði á ein meiri verkligan og handaligan hátt enn vanligt. 


 Sum so verður tímatalvan ikki ávirkað. Uttan so, at í triðja og fjórða tíma hava vit øll støddfrøði.


Næmingarnir koma í skúla sum vanligt og hava tveir teir fyrstu tímarnar, sum tímatalvan sigur. Triðja og fjórða tíma hava øll sum sagt støddfrøði og eftir matarsteðgin á middegi, er tímatalvan aftur sum vanligt.


Vit eru ógvuliga spent og gleða okkum til eina eitt sindur øðrvísi skúlaviku.

«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30