Innskriving í 1. flokk og frítíðarskúla skúlaárið 2012/2013
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2006 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða biðin um at møta í býráðssalinum á Vaglinum týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar, báðar dagarnar kl. 15.00 – 18.00.
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað somu tíð, sum innskrivingin er.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Skúlin við Løgmannabreyt
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
svl@svl.fo
Tlf.: 30 24 50
Fax: 32 24 50
Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30
