Endurskin

Nú gerast kvøldini myrk og long, og tað gerast morgnarnir eisini. Heystjavndøgur er farið afturum, sum merkir, at myrki parturin av samdøgrinum er longri enn tann ljósi. Nú eru stundir at finna fram endurskinini.
Fólk til gongu hava lyndi at halda, at tá tey síggja bilin, sær bilførarin eisini tey. Veruleikin er tó, at í skýming og myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja teg, ert tú ikki í endurskini. Tí er tað bílig lívstrygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming.
Við at vera í endurskini minkar tú vandan at verða ákoyrd/ur við einum 85%. Tí við endurskini gerst tú sjónligari í myrkri, sum økir munandi um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa, gerst tað neyðugt.
Endurskin eru at fáa í fleiri ymiskum sniðum:
Leys endurskin
Leyst endurskin skal hanga í bandi, so tað sveiggjar frítt aftur og fram, tá tú gongur ella rennur. Tað er best at hava eitt endurskin hangandi á hvørjari síðu. Tú kanst til dømis festa tey í jakkalumman, men ansa eftir, at tey ikki festa seg í jakkan og tí ikki síggjast.
Endurskin um beinini
Endurskin á buksunum eru ein góð loysn, tí tey eru sjónligari enn leys endurskin, sum hanga á klæðunum. Leys endurskin kunnu festa seg í jakkan ella sveiggja, so bilførararnir ikki síggja tey. Endurskin um beinini kunnu verða smoygd upp á beinini ella fest við karðalási. Tað hevur stóran týdning, at tey síggjast úr øllum ættum.
Endurskinsbond
Velur tú endurskinsbond, skulu tey verða seymað allan vegin runt um ermur ella brøkur. Soleiðis síggjast tey úr øllum ættum.
Klisturmerki
Klisturmerki við endurskinum kunnu klebrast á klæði, tasku, skógvar ella líknandi. Tey skulu festast so lágt sum til ber, og eiga at vera bæði framman og aftan fyri.
Endurskinsvestar
Endurskinsvestar eru eisini ein góð loysn bæði til gongu, ella tá tú rennur ella súkklar. Tú gerst munandi sjónligari, tá vesturin hevur breið endurskin allan vegin runt. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í endurskinsvesti. Endurskinsvestur er eisini hentur at hava liggjandi í bilinum, skuldi bilurin punkterað ella steðgað upp.
Ansa eftir teksti
Um tað er nógvur tekstur á endurskininum, kastar tað ikki ljósið aftur, og tað gerst tískil minni sjónligt. Fyri endrskin við teksti er galdandi, at í minsta lagi 15 cm2 av reflekterandi tilfarinum skal vera uttan prent, fyri at endurskinið kann viðmælast.
Skift endurskin eftir nøkrum árum
Endurskin eiga at verða viðlíkahildin við vaski av og á. Men eftir nøkur ára nýtslu, eiga tey at verða útskift. Tá eru tey farin at slítast og virka tí verri.
Hvar skulu endurskinini vera?
Endurskinini skulu vera so lágt sum gjørligt, so at billyktirnar raka tey. Tey eiga at vera sjónlig frá øllum síðum. Ansa eftir, at taskur, turriklæði og líkandi ikki koma fyri endurskinini. Tað er skilagott eisini at seta endurskin á skógvar, taskur, barnavognar og á hundin.
Leiðslan á skúlanum við Løgmannabreyt vil tí heita á næmingar og foreldur um at brúka endurskin.
