Motorlæra

Lesiætlan fyri Tórshavnar kommunalu skúlar

MOTORLÆRA

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

 

-          at læra næmingarnar at handfara, passa og røkja smáar og einfaldar motorar og maskinur og

 

-          at geva teimum innlit í, hvussu motorarnir eru bygdir, og hvønn týdning teir hava.

 

Endamál

 

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

 

-          at læra næmingarnar at handfara, passa og røkja smáar og einfaldar motorar og maskinur og

 

-          at geva teimum innlit í, hvussu motorarnir eru bygdir, og hvønn týdning teir hava.

 

 

 

Almenn sjónarmið

 

Í nútíðarsamfelagnum er tað at nýta ymsar motorar sjálvsagdur partur av okkara gerandisdegi. Tí ræður um, at væl verður farið um motorar og maskinur, so at teir arbeiða eftir ætlan, veita sum mest og nýta sum minst av brennievni, og at teir larma og dálka sum minst.

 

 

Mið og mál

 

Næmingarnir eiga at læra, hvussu vanligastu motorarnir verða nýttir og røktir. Teir eiga at læra at skyna á, hvat teir sjálvir eru førir fyri at umvæla og hvat, ið krevur serliga útbúgving og serlig tól. Frálæra um dálking og ymisk onnur óheppin árin á okkara alsamt meira troytta umhvørvi, eigur at verða givin næmingunum, og somuleiðis eiga spurningar um trygd at verða viðgjørdir væl og virðiliga.

 

Nógvir næmingar í eldru flokkum fólkaskúlans hava helst longu ognað sær prutl ella skutara, og at røkja prutl og skutarar verður óivað sjálvsagdur partur av undirvísingini, og er hetta kærkomið høvi at læra næmingarnar um, hvussu hesi flutningstól verða røkt og hildin, so tey í allar mátar lúka treytir ferðslulógarinnar. Lærari eigur at ansa sær ikki at hjálpa næmingunum ólógliga at broyta prutl teirra.

 

Ein sjálvsagdur partur av undirvísingini er amboðsnýtsla, tilfarslisti og nýtsla av umvælingarhandbókum.

 

Næmingarnir eiga at læra at fara væl um amboðini og at rudda eftir lokið arbeiði.

 

 

3. undirvísingarpartur

 

Av tí, at næmingarnir skulu læra at arbeiða við ymiskum amboðum, maskinum og vandamiklum tilfari, er týdningarmikið, at teir eisini læra at vera umhugsnir og sýna ábyrgdarkenslu, so at teir ikki koma sær fram at tólum, ið bert eru loyvd vaksnum at nýta.

 

Næmingarnir eiga at gerast varir við trygdar-og tryggingarspurningar, dálking og ymsar eitranir. Dentur eigur at verða lagdur á frálæru um báta- og leysamotorar við samsvarandi útbúnað. Lærari í motorlæru eigur at fara kunningarferð við næmingum sínum t.d. á bilverkstað, á Sundsverkið, á Bileftirlitið ella á Tekniska skúla og fáa fakfólk at greiða frá.

 

Ansast skal eftir, at skúlar, ið bjóða næmingunum motorlæru, skulu hava atgongd til væl útgjørt motorlæruhøli.

 

 

Ástøðilig evni:

 

            

·         Brenning, undir hesum brenning í opnum og lokaðum rúmi, ífestingarmark og luftblandað brennievni

 

·         Bensinpumpan, membranpumpur

 

·         Brennievnispumpa í dieselmotori og býtispumpa

 

·         Karburatorurin, ymisk sløg

 

·         Innspræning

 

·         Ravmagn, akkumulatorur, tendring, magnettendring, magnetisk felttendrispoli, elstreymur, mótstøða, induktiónsstreymur, spenningsmunur og transformatión

 

·         Smyrjing, kondensatorur, smyrjioljur, smyrjioljupumpa, oljutrýst og manometur

 

·         Køling, kølievni, kølipumpa, sentrifugalpumpa, luftkøling, sentrifugalblásari, termostatur og evni móti frysting

 

·         Startmotorar

 

·         Dynamo, vendistreymsdynamo og einsrættari

 

·         Koplingar

 

·         Mótstøða

 

·         Gervi (gearing)

 

·         Differentialið

 

·         Bremsur, trumlu- og skivubremsur, mekaniskar og hydrauliskar, bremsustyrkjari, blokeringsfríar bremsur (ABS)

 

·         Stýring, servostýring og aðrar stýringar

 

·         Lyktir

 

·         El-stýringar í ymsum lutum í akfari

 

 

Amboðsnýtsla:

 

 

·         Um rætta amboðsnýtslu og nøvn á amboðum

 

·         Málitól, elektronisk og mekanisk

 

·         Multitestarar

 

·         Slípievni, slípimaskinu, borimaskinu, gevindskerara, loddiamboð

 

·         Kunnað verður um ymisk sløg av sjóðing

 

 

Tilfarslæra:

 

 

·         Metal, evnistyngd, herða, styrki, bræðslumerki, tæring

 

·         El- og hitaleiðarar, góðir og ringir

 

·         Brennievni, bensin, olja, gass, vatnevni (hydrogen), brensilskyknur, alkohol

 

·         Smyrjioljur, ymisk sløg og merking

 

·         Alkoholir í akførum, sprinklaraveska, bremsiveska, kølaraveska

 

·         Gummi, plast, glastrevjar, koltrevjar

 

·         Loysingarevnir, lívrunnin og ólívrunnin

 

 


Dálking og eitran:

 

·         Koliltueitran, blýeitran og onnur eitrandi evni í útstoytinum

 

·         Katalysatorur

 

·         Blýfrítt bensin

 

·         Larmur og ljóðdoyvan

 

·         Motorávirkan á útvarps- og sjónvarpstól og onnur elektronisk tól

 

·         Oljulekar

 

·         Lívrunnin loysingarevni og oljur og teirra ávirkan á menniskja innvortis og útvortis

 

·         Vaskievni, bonivoks, pussingarevni, dust

 

·         Eldfim evni og vandamikil evni í samband við eldsbruna

 

·        

 

Arbeiði og orka:

 

·         Støðuorka, rørsluorka, hitaorka, ravmagnsorka, evnaorka, kjarnorka, sólorka

 

·         Mát fyri orku, virkt og snúningsmegi, hestakraft, watt, kilowatt, Nm (newtonmetri) og Joule

 

·         Ferð og ferðbroyting

 

·         Impuls

 

 

Onnur motorsløg:

 

·         Dieselmotorar, turbinumotorar, motorar við kompressara, wankelmotorar, jetmotorar, rakettmotorar, elmotorar, brensilskyknumotorar

 

·         Rekkjumotorar, v-motorar, boxaramotorar

 

 

Taka motorin sundur:

 

·         Mannagongd

 

·         Karburatorur

 

·         Bensinpumpa

 

·         Streymbýtari

 

·         Dynamoreim

 

·         Vatnpumpureim

 

·         Dynamo

 

·         Startmotorur

 

·         Ventildeksil

 

·         Toppstykki og topppakningur

 

·         Knastaksil

 

·         Ventilar

 

·         Manifold

 

·         Botnkar

 

·         Stempul og stempulstong

 

·         Motorketa, takthjólsketa, takthjólsreim

 

·         Høvuðslegur og aðrar legur

 

·         Kopling og gervi verða kannað

 

·         Samanseting av motorlutum

 

 

Motorurin verður settur saman aftur.

 

Amboð og lutir verða reinsað og sett á sítt pláss.

 

Motorrúmið verður ruddað og gjørt til at nýta aftur.

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30