Margmiðlalæra

Kunningartøkni (rokniark og tekstviðgerð) og miðlar verða ein partur av margmiðlalæruni.

Lesiætlan fyri kunningartøkni:

Tá næmingur er liðugur við seinasta undirvísingarpart, eigur hann at hava nomið sær kunnleika um telduna og kunningartøknina sum eitt amboð í víðari merking.

Hann skal duga at skyna á nær, og hvussu, hann skal nýta telduna í teimum ymisku lærugreinunum eins og í tvørgreinaligum-, evnis- og verkætlanararbeiði.

KT er í seinasta undirvísingarparti ikki so nógv læran um telduna longur, men meiri tað amboðið, ið ger teg føran fyri at:

-        leita upp tilfar

-        lata snøgg skrivlig avrik úr hond

-        hava framløgur, ið gera boðskap tín greiðari og áhugaverdari hjá áhoyrara

-        samskifta við onnur

-        loysa truplar uppgávur

Undirvísingin her eigur tí at vera løgd soleiðis til rættis, at teldan er amboðið at náa hesum skiftandi málum!

 

Valgreinin tekstviðgerð/rokniark

Sambært § 9 í fólkaskúlalógini frá 1997 er tekstviðgerð/rokniark ein av valgreinunum, sum standa næmingunum í 8. – 10. flokki í boði.

 

Undirvísingin fatar um tal-, tekst-, mynda- og ljóðviðgerð, um dátu- og forritsfílur, teldu og íbundnu eindirnar og um hugtøk, háttaløg og hegni í hesum sambandi.

Í minsta lagi eitt tekstviðgerðarforrit og eitt rokniarksforrit skulu verða gjølliga viðgjørd, t.d. Word og Excel.

Harafturat verður arbeitt við øðrum forritum, sum kagiforriti, teldupost og ráðstevnuforritinum FirstClass, forriti til heimasíðugerð, framløguforriti, myndaviðgerarforriti, uppsetingarforriti og dátugrunsforriti.

Lærugreinin tekstviðgerð/rokniark er ein samskiftislærugrein, og nevndu forrit verða viðgjørd, tí tey eru hent amboð í dátuviðgerðini og samskiftinum við onnur um avrikini, sum kunnu vera frágreiðingar, telduprentgerðir og margmiðlaframsetingar.

Næmingarnir skulu læra at flyta tekst, myndir, tekningar og farmyndir úr einum forriti í annað og at ritstjórna, sniða og umbróta tekst og myndir.

Hetta, at eitt avrik verður sett saman av staklutum úr ymsum forritum, eigur eisini vera næmingum eitt høvi at samstarva um avrikið.

Næmingar eiga at verða vandir at brúka 10-fingra skipanina, tá ið skrivað verður.

 

Miðlar:

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

 

  • At næmingar gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar skulu menna sín kunnleika at skilja og nýta miðlar.

     

  • Av at arbeiða við ymiskum miðlum skulu næmingar ogna sær innlit í útbreiðslu og at nýta miðilin sum sítt egna málgagn.

     

  • Læra at skilja týdningin hjá fjølmiðlunum í bæði egnari og fremmandari mentan og á henda hátt styrkja egnan hugburð og atferð innan og uttan skúlagátt.

     

Vegleiðandi lesiætlan fyri miðlar

 

 

Tá ið arbeitt verður í fakinum miðlar, verður dentur lagdur á teir samskiftismøguleikar, sum eru í samfelagnum.

 

 

Miðlar eru ofta javnstillaðir við heim og skúla, tá ið tað snýr seg um at ávirka og menna børn. Undirvísingin byggir á tað at fáa fram tað, sum næmingurin visti frammanundan um miðlar.

 

 

 

Undirvísingin í miðlum hevur hesi mál:

 

 

Ø  At næmingar gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar skulu menna sín kunnleika at skilja og nýta miðlar.

 

Ø  Av at arbeiða við ymiskum miðlum skulu næmingar ogna sær innlit í útbreiðslu og at nýta miðilin sum sítt egna málgagn.

 

Ø  Læra at skilja týdningin hjá fjølmiðlunum í bæði egnari og fremmandari mentan og á henda hátt styrkja egnan hugburð og atferð innan og uttan skúlagátt.

 

 

Í lærugreinini miðlar eru bæði teir prentaðu- og tøkniligu miðlarnir:

 

 

      • Dagbløð

         

      • Sjónvarp

         

      • Útvarp

         

      • Telda

         

      • Alnótin

         

      • Prentsmiðjur

         

      • Lýsingar

         

      • Filmur

         

      • Bókmentir o.a.

         

    Umráðandi er, at næmingarnir læra hesi fyribrigdi:

     

 

·         Hví samskifta vit

 

·         Hvussu samskifta vit

 

·         Hvørji viðurskifti ávirka samskiftið

 

·         Greina bygnaðin

 

·         Sendari – móttakari

 

·         Fakta – fiktión (Sannroynd – ímynding!)

 

·         Hvussu verður móttakarin ávirkaður

 

·         Munin millum at vera objektivur og at vera subjektivur (lutligur – sjálvligur!)

 

 

Arbeitt kann verða bæði við bólkum og einstaklingum. Skift kann verða ímillum tilgerð og greining:

 

 

·         Greinir

 

·         Ungdómssendingar

 

·         Videoløg

 

·         Tíðindasendingar

 

·         Tekstir og filmar

 

·         Lýsingar

 

·         Framløgur

 

·         Heimasíður o.a.

 

 

Tá ið arbeitt verður við teimum ymsu evnunum, er umráðandi at kanna og lýsa, hvat lesarar og hyggjarar halda um innihaldsvirðið í miðlunum. Eisini er umráðandi at taka tey ástøðiligu økini við í undirvísingina.

 

 

Ein partur av undirvísingini er somuleiðis at fara til samskiftismiðlar, vit hava tøkar, og á tann hátt fáa innlit í, hvussu miðlar virka í samfelagi okkara og ávirka tað.

 

 

Undirvísingin í miðlum kann vera soleiðis:

 

 

 Í 8. flokki kann dentur verða lagdur á hesar miðlar:

 

 

A.    At næmingar lesa, hoyra og síggja tíðindi og duga at samskifta um tey.

 

B.     At næmingar kanna munin millum tíðindaflutning í dagbløðum, útvarpi og sjónvarpi.

 

C.     At næmingar duga at nýta telduna sum amboð:

 

           

·         Tekstviðgerð

 

·         Rokniark

 

·         Myndaviðgerð

 

·         PowerPoint

 

·         FrontPage

 

·         Videoredigering (Videoritstjórnan)

 

 

D.    At næmingar fáa kunnleika um alnótina:

 

           

·         Samskifta

 

·         Savna upplýsingar

 

·         Gera sína egnu heimasíðu

 

 

E.     At næmingar fara til fyritøkur, ið eru tengdar at hesum miðlum.

 

 

 

Í 9. flokki  kann dentur verða lagdur á hesar miðlar:

 

 

A.    At næmingar viðgera bókmentir sum miðil.

 

           

·         Læra um, hvussu høvundar nýta skrivaða orðið.

 

 

B.     At næmingar duga at skilja boðskapin í eini lýsing.

 

           

·         Duga at brúka ástøðiligar greiningarreglur.

 

·         Viðgera ymisk sløg av lýsingum.

 

·         Gera lýsingar og framløgur.

 

 

C.     At næmingar duga at greina og gera film:

 

           

·         Duga at brúka ástøðiligar greiningarreglur.

 

·         Læra um ymisk sløg av filmum.

 

·         Gera film ella video.

 

 

D.    At næmingar fara til fyritøkur, sum eru tengdar at hesum miðlum.

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30