Listprýddur skúli

Fyri nakað av tíð síðani, samtykti Tórshavnar Býráð, at tá skúlar og aðrir kommunalir stovnar verða bygdir, her uppií eisini røktarheim, skulu 1,5 pst. av samlaða kostnaðinum setast av til at listprýða bygningarnar.

Nýggi skúlin við Løgmannabreyt er fyrsti bygning ur í kommununi, sum fær gleði av listarligu vælvild býráðsins. Skálin í skúlanum við Løgmannabreyt, har lista verkini hjá Edwardi Fuglø eru sett upp, er ógvuliga stórur. Veggirnir eru langir, og høgt er til loftið. Her hevur listamaðurin fingið hóskandi pláss til risa stóru ævintýramyndirnar hjá sær í sterkum litum.

Myndirnar eru settar saman av smærri lutum, nær um sum eitt putlispæl, tá ein kemur tætt at. Men burturfrá sært tú heildina, stóru figurarnar, sum tiknir eru úr hugaheiminum, og hvør í sínum lagi festir á veggirnar í skúlanum. Hugaheimur barnanna - her er t.d. ein stórur úlvur við longum hala, sum í longd mátar einar tíggju metrar og er fýra ella nærri fimm metrar høgur. Við at hyggja nærri at úlvinum koma smærri ævintýrakend ar myndir til sjóndar. Her eru figurar, ið minna ikki sørt um rúmdarverur, ali ens, dansandi álvagentur og mangt annað stuttligt, sum børn kunnu fáa nógv burturúr við at hyggja at. Uttan iva fer hetta at seta rættiliga gongd í hugaheim teirra.

Tilfarið, sum nýtt er til listaverkini, er sera ymiskt og riggar væl saman, plastikk, stál, rustað stál, og okkurt petti er enntá lagt við blaðgulli.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30