Landbúnaður

Lesiætlan fyri Tórshavnar kommunalur skúlar

LAND- og HAVBÚNAÐUR

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

·         At menna kunnleika næminganna um, hvussu føroyski land- og havbúnaðurin hevur tikið seg fram, hvussu hann er skipaður, og hvønn týdning hesar vinnur hava í samfelagnum nú.

 

  • At geva næmingunum innlit í, hvussu land- og havbúnaðurin hevur tikið seg fram úti í heimi – fortreytir hansara og samfelagsligi týdningurin í alheims matvøruspurningum.

     

  • At kunna næmingarnar um havbúnað og tann týdning, alivinnan hevur nú í Føroyum.

     

  • At næmingarnir ogna sær innlit í námsfrøðiligar møguleikar í lærugreinini.

     

Almenn sjónarmið

 

Fyri fáum árum síðani var ymiskt landbúnaðararbeiði ein natúrligur partur av arbeiðinum hjá so at siga hvørjum einasta húski í landinum. Børn og ungdómur vóru uppi í hesum arbeiði – tað var ein partur av uppalingini at duga at velta, seta niður og at taka upp epli, hoyggja, fáast við kríatúr og at duga at røkta torvið.

 

 

Nú er øðrvísi. Arbeiði við landbúnaði er hjá mongum bert ein viðfáningur, og hjá teim flestu heilt burturdottið. Arbeiðið er nú vorðið bóndaarbeiði.

 

 

Tað er tó einki at taka seg aftur í, at í mongum førum hevði verið hent, bæði sum ítriv og uppískoyti til dagliga húsarhaldið, ikki um at tala búskaparliga, um meiri varð gjørt burtur úr landbúnaðinum.

 

 

Hesin táttur í upplæringini fer at menna næmingarnar og verða til stóra gleði fyri einstaka næmingin. Her verður høvi at skapa tey líkindi fyri uppliving og sjálvvirksemi, sum nevnt er í endamálsgrein fólkaskúlans. Verkligar royndir í bøi og haga, á firðum og í sundum eru týðandi tættir í lærugreinini. At næmingar fáa náttúruupplivingar og síggja týdningin í tí at vara um náttúruna.

 

 

Fyri nøkrum árum síðani tók alivinnan í sjónum seg upp, og er havbúnaðurin nú vorðin týdningarmikil vinnuvegur her á landi. Her eigur dentur at verða lagdur á at geva næmingunum innlit í alivinnuna, alt frá at klekja rogn, frá smoltstøðum á landi til aliringar á firðum og í sundum. At kunna teir um náttúrugivnar fortreytir og lógásettar treytir viðvíkjandi loyvum og umhvørvisárini.

 

 

Eisini eigur dentur at verða lagdur á at kunna næmingarnar um at viðgera alifisk og um góðsking á virkjum. Næmingarnir eiga mest við verkligum royndum at fáa innlit í hesa vinnu.

 

 

Mælt verður til verkætlan. At undirvísingin verður løgd til rættis sum verkætlanararbeiði. At næmingarnir fáa høvi at skipa seg í bólk, fleiri ella færri í bólk, sum hóskandi tykist vera, og sum teir sjálvir vilja.

 

 

Roknað verður við tveimum tímum saman um vikuna í 8. og 9. skúlaári.

 

 

Møguleiki eigur eisini at verða, at næmingarnir í stutt skifti tíðarskeið, t.d. í eina viku burturav kunnu arbeiða við verkætlanini.

 

 

Undirvísingin verður skift í ein teoretiskan part og ein verkligan part. Mælt verður til tvær verkætlanir - sum eru leysar hvør av aðrari - hvørt skúlaárið, og at onnur verkætlanin verður fyrra part av skúlaárinum og hin seinna partin av skúlaárinum.

 

Ein partur av undirvísingini eigur/kann at fara fram uttan skúlagátt, á gørðum og royndargørðum, á smoltstøðum, í starvsstovum, alibrúkum og sláturvirkjum.

 

 

Neyðugt er eisini fyri fakfólki at koma í skúlan eftir næminganna og lærara tørvi.

 

 

Næmingarnir eiga at vera ein partur í undirvísingini, soleiðis at evni og spurdómar skulu vekja forvitni teirra. Næmingarnir gera sjálvir av hvørjum evnum, teir skulu arbeiða við.

 

Víst verður til evnislistarnar, ið næmingar kunnu taka burturúr.

 

 

Tá ið verkætlanin er liðug, leggja bólkarnir fram avrik sítt. Hetta avrikið verður mett, sum verkætlanir vanliga verða, mettar.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30