Kunning um royndir

Stutt kunning til næmingar og foreldur

Her er ein stutt kunning um royndirnar, og hvørjar handbøkur eru góðar hjá næmingunum at hava við sær til royndirnar.


Føroyskt:

·         Hvør næmingur fær eina teldu.

·         Um næmingurin skrivar stílin við hond, skal stílurin fyrst skrivast á kladdu og síðani skrivast inn við penni.

·         Ein tími er settur av til fyrisøgn. Fyrisøgnin verður fyrst lisin, síðani verður skrivað. Eftir at øll eru liðug at skriva fyrisøgnina, verður møguleiki fyri at rætta.

Eftir at fyrisøgnin er skrivað, verður arbeitt við mállæruuppgávuni í hálvan tíma

Orðabøkur. T.d.:

o   Móðurmálsorðabókin

o   Føroysk – Donsk orðabók

o   Donsk – Føroysk orðabók


Danskt:

·         Hvør næmingur fær eina teldu.

·         Um næmingurin skrivar stílin við hond, skal stílurin fyrst skrivast á kladdu og síðani skrivast inn við penni.

Diktatin verður fyrst lisin upp fyri øllum, síðani verður skrivað. Eftir at øll eru liðug at skriva diktat, verður møguleiki fyri at rætta.

Orðabøkur. T.d.:

o   Nudansk Ordbog

o   “Retskrivningsordbog”

o   Føroysk – Donsk orðabók

o   Donsk – Føroysk orðabók


Enskt:

·         Hvør næmingur fær eina teldu.

·         Um næmingurin skrivar stílin við hond, skal stílurin fyrst skrivast á kladdu og síðani skrivast inn við penni.

Í enskum skal ein mállæruuppgáva eisini loysast.

Orðabøkur. T.d.:

o   Føroysk/Donsk – Ensk orðabók

o   Ensk – Føroysk/Donsk orðabók

 

Greiðslurokning:

Her verður dentur lagdur á tað, ið vanliga verður nevnt ”problemrokning”. Her má næmingurin í størri mun skilja uppgávuna, finna upplýsingar til spurningarnar og loysa teir. Loysnin kann ikki standa einsamøll, men ein frágreiðing má vera, ið vísir, hvussu næmingurin er komin fram til loysnina. Í greiðslurokning roknar næmingurin fyrst á kladdu, síðani verða uppgávurnar førdar inn við penni.

Amboð at hava við til royndina í greiðslurokning:

·         Blýant

·         Penn

·         Viskileður

·         Linjál

·         Passara

·         Vinkulmátara

·         Vinkul

·         Roknimaskinu

·         ”Støddfrøði – Handbók”

 

Fimisrokning:

 Næmingarnir hava 60 minuttir at loysa 50 uppgávur. Her verður dentur lagdur á høvuðrokning. Roknimaskina  er ikki loyvd.

Amboð at hava við til royndina í fimisrokning:

·         Blýant

·         Viskileður

·         Linjál

·         Passara

·         Vinkulmátara

·         Vinkul

 

N.B.  Av tí at skúlin, sum nú er, ikki eigur orðabøkur og støddfrøði-handbókina til allar næmingarnar, mugu tit hava orðabøkur við sjálv, um tit vilja vera vís í at hava orðabøkur og støddfrøði-handbókina til royndirnar.

Næmingarnir hava loyvi til at hava drekka og okkurt etandi við til royndirnar.


Reglugerð í royndarhølinum

 

·         Í royndarhølinum er friður!

 

·         Hava tit nakran spurning (WC, einglablóð,…) skulu tit rætta hondina upp, bíða til vaktin kemur til tykkara               og lýða boðini hjá vaktini. Hetta er eisini galdandi, um tit skulu bera ting aftur til floksfelagar.

·         Allar fartelefonir skulu vera sløktar og lagdar til viks, meðan royndin er.

 

Brot á reglugerðina í royndarhølinum kann føra til burturvísing.

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30