Heimkunnleiki
Lesiætlan fyri Tórshavnar kommunalu skúlar
HEIMKUNNLEIKI
Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls
- at geva næmingunum kunnleika um húshald og at gera teir førar fyri at hava ábyrgd av einum heimi,
- at geva teimum kunnleika um góðan kost og brúkaratilvit,
- at geva teimum kunnleika um matvøru og matvøruframleiðslu,
- at læra teir at nýta húshaldstól og at leggja arbeiðið til rættis og
- at menna evni teirra at fata týdningin av reinføri og innrætting, og at farið verður væl um heimið.
Endamálsorðingin
Grundarlagið undir heimkunnleika eigur fyrst at verða okkara matmentan, eisini teirra egna og síðan útlendska matmentan. Innihaldið í undirvísingini er at læra um góðan og heilsugóðan mat, og læra at baka, kóka, steikja og at evna mat til annars. Reinføri í køkinum og góðir matarsiðir eiga alla tíðina at vera ein partur av undirvísingini. Eisini skal verða undirvíst í føðslulæru, brúkarakunning og tilviti, reinføri og at læra børnini at skilja burturkast. Dentur eigur at verða lagdur á at skapa gott huglag í heimkunnleika, so at børnini kenna og uppliva gleðina at gera góðan mat og njóta hann.
