Handarbeiði

Lesiætlan fyri Tórshavnar kommunalur skúlar

HANDARBEIÐI

3. undirvísingarpartur (8. - 10. skúlaár)

Í framhaldsdeildini er handarbeiði vallærugrein, har prógv kann verða tikið eftir undirvísing í tvey ár.

Gongur næmingur til handarbeiði í trý ár, er hópin av tilfari og arbeiðshættum at tríva í. Næmingurin kann tá eisini fara upp til próvtøku.

Í vegleiðingini um handarbeiði í framhaldsdeildini verða nógvir arbeiðshættir nevndir. Hava næmingarnir fingið ta grundleggjandi vitanina og royndirnar í grunddeildini, so er bert hjá hesum vaksnu næmingunum at gera nýggjar royndir, venja seg eitt sindur meira fyri at kunna gera dygdargott handverk.

Í dagligu undirvísingini skulu næmingarnir í framhaldsdeildini við royndum ella lutum hava undirvísing, so teir kunnu vísa førleika í arbeiðshættum, nevndir eru niðanfyri.

Binda:  
o   Duga at kasta uppá og taka av
o  Binda við 5 stokkum og rundstokki
o   Binda rætt, rangt, rond, kunstbinding og tvílitt
o   Læra at binda eftir lidnum mynstri
o   Duga at læsa av og binda tvey stykki saman
o   Læra at seyma bundið saman, bæði so tað sæst og ikki
o   Læra at taka tjóv upp aftur og rætta skeivleikar
o   Læra at gera egið mynstur, binda bindiprøva, so støddin á lidna lutinum verður sum ætlað, bæði í breidd og longd
o   Læra at brodera í bundið

Hekkla:
§  Duga vanliga hekkling – ley, fey, key, stey, og dstey
§  Hekla einfaldan lut við mynstri, ið skal enda við hekklaðum kanti
§  Duga at hekkla eftir keyptum/lidnum mynstri

Brodera:
§  Teir skulu duga at seyma krosssting, stramai, hardanger og flatseyming eftir lidnum mynstri
§  Teir skulu eisini duga teir mest vanligu broderistingirnar, t.d. kontursting, ketusting, baksting, mille fleur, knútar o. a.
§  Teir skulu haraftrat royna at seyma eftir mynstri, sum teir sjálvir hava teknað

Seyma í hond:   
§  Duga at seyma knappar í, seyma spjøldur á pløgg, leggja upp við heksastingi, staffera, kasta um og seta snarlás í
§  Skulu gera royndir og seyma vanlig handseymað knapphol

Seyma við maskinu:        
·         Næmingarnir skulu duga alt tað vanliga at røkja seymimaskinu, - seta nál í, træða og spola
·         Skulu duga at stýra maskinuni, t.e. traðka, so at ferðin á maskinuni er passalig, tá ið seymað verður
·         Teir skulu duga at seyma beint og hefta enda og bakka
·         Teir skulu gera royndarklút við maskinbrodering
·         Royndir við maskinseymaðum knappholum
·         Duga at seyma snarlás í
·         Seyma áseymaðan lumma

Seyma plagg:      
§  Næmingarnir skulu so nógv sum gjørligt sjálvir skipa fyri. Tó er neyðugt við læraranum sum ráðgeva og vegleiðara, og er tað hann, ið tekur endaligu avgerðina, so tað, ið seymað skal verða er hóskandi fyri tann einstaka næmingin.
§  Næmingarnir skulu læra at taka mál og vegleiðast í at keypa hóskandi mynstur og toy
§  Teir skulu gera sínar egnu royndir við at tekna mynstrið av, leggja tað á og klippa
§  Skulu læra um seym, fald og at kasta um við hond og maskinu
§  Skulu seta tað klipta saman, seyma, strúka og gera plaggið liðugt

Litlæra:                           
Áðrenn næmingarnir fara at lita tógv, ull og toy, skulu teir hava einfalda litlæru við litblýantum, oljukriti, glaskriti og vatnlitum á pappír.

Liting:
Tá nóg gott skil er fyri litlæruni, kunnu næmingarnir fara at lita tógv, ull og toy við grund- og blandingarlitum.

Batikk:  
Lita bummultoy ella ullint toy við batikklitum, silkimáling og stoffmáling.

Ull:       
o   Næmingar skulu læra, hvussu ull skal handfarast
o   Duga at gera mun á rót og broddi og duga at gera mun á nappaðum og samfingnum tógvi og samfingnari ull
o   Læra at nappa og karða og royna at spinna við handsnældu og lítlastrá
o   Tøva slætt (til myndir og/ella pløgg) og í snið

Bond:   
·         Næmingarnir skulu duga tey føroysku bondini – bregda, virka og tólvtra
·         Gera renning og seta í bandvev til einføld bond
·         Haraftrat kunnu teir eisini royna seg við spjaldravevi, um tíð er til tess

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30