Føstulávintsmánadag 20. februar

Góðu næmingar og foreldur

Føstulávintsmánadag fara vit at sláa tunnu. Næmingarnir møta til vanliga skúlatíð og stuttligt hevði verið, um øll eru í grýluklæðum, tí vit fara m.a. at velja ársins grýlu. Eisini fara vit at dansa føroyskan dans og sláa tunnu. Okkurt leskiligt fáa vit eisini at eta og drekka.

1. og 2. flokkur fer - um verkfallið er liðugt - í frítíðarskúlan at hugna sær. Er verkfallið ikki liðugt, fara tey heim sum vanligt ein mánadag, t.v.s. kl. 13.20. Ikki er neyðugt hjá teimum at hava matpakka við, tí frítíðarskúlin/skúlin bjóðar okkurt gott at eta um middagsleitið.

3., 4., 5., 6., 7., 8. og 9. flokkur fara heim, tá ið føstulávintshaldið er liðugt um 12- tíðina.

Vónandi fáa vit ein góðan, stuttligan og hugnaligan føstulávintsmánadag.

Týsdagin 21. februar er vanlig skúlagongd.

«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30