First Lego League 2010
51 næmingar úr 8.fl hava nú í 7 vikur arbeitt við First Lego League, har nógvar uppgávur skuldu loysast.
Finalan var í dag, í hølunum hjá Føroya Tele, har uml 150 børn og ung kappaðust um 7 ymisk steyp.
Dagurin byrjaði tíðliga, við at næmingarnir møttu um 8 tíðina. Tað var ein langur og stuttligur dagur, har næmingarnir skuldu verða við í 3 robott kappingum, hava framløgu um onkra gransing tey hava arbeitt við, hava framløgu um robottin, framføra okkurt undirhald sum tey sjálvi høvdu gjørt, og annars hava tað gott saman.
Vinnarnir av:
Náttúruvísindini gjørdist Team Suðuroy - Tvøroyri
Tøknini gjørdist Bulldogs - Tvøroyri
Undirhaldinum gjørdist Youth Brains - Sankta Frans skúla
Nr. 1 av robottkappingini gjørdist Buldribassarnir - Skála
Nr. 2 av robottkappingini gjørdist Grønir menn frá Pluto - Skúlin við Løgmannabreyt
Og so sjálvandi Føroya meistarar 2010 gjørdist Grønir menn frá Pluto, úr okkara skúla.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku :)
Grønir menn frá Pluto sleppa tí at luttaka í tí Skandinavisku finaluni í Grimsted í Norra. Finalan verður 4. desembur í ár, so tað eru bara 3 vikur til finaludagin.
Skúlin við Løgmannabreyt
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
svl@svl.fo
Tlf.: 30 24 50
Fax: 32 24 50
Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30





































































































































































































































































































