Felags morgunsangur

Fríggjadagin var felags morgunsangur á skúlanum. 1. til og við 7.flokkur var við.
Hetta var fyrstu ferð at felags morgunsangur var hildin í stóru miðhøllini á skúlanum, og børnini sungu væl við, og hetta ljóðaði avbera vakurt í høllini.
Fyrst sungu øll "Gakk tú tryggur" og eftir at Høgni hevði sagt nøkur orð, var "Tú alfagra land mítt" sungin.

Fram yvir verður felags morgunsangur hvønn fríggjadag kl. 9.10.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Skúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47 
Postboks 3174
110 Tórshavn

svl@svl.fo


Tlf.:  30 24 50

Fax:  32 24 50

Skrivstovutíð: 8.30 - 13.30