Drama
Lesiætlan til Tórshavnar kommunalu skúlar
DRAMA
Undirvísingin í drama hevur til endamáls
- At menna hugin og førleikan hjá næmingunum at brúka drama sum frágreiðsluhátt og fremja kunnleika og gleði við sjónleiki sum samskiftismiðli
- at elva tolsemi og virðing hvør fyri øðrum og at geva næmingunum størri innlit og heildarfata lærutilgongdina
- at menna fatanina hjá næmingunum viðvíkjandi øðrum menniskjum, hendingum og umhvørvi og
- at menna evnini hjá næmingunum at uppliva, málbera seg, venja samspæl millum rødd og rørslu, fata seg sjálvar og onnur, sansa og geva gætur, samstarva, geva aftursvar, skapa, framføra og døma um drama og sjónleik sum leiklist.
Almenn sjónarmið
Royndir vísa, at tá ið drama verður brúkt sum undirvísingingaramboð, kann tað hjálpa næmingunum at fáa eina heildarfatan av undirvísingini og betri innlit í innlæringina.
Longu frá fyrsta flokki eigur drama at verða brúkt fyri at venja næmingarnar at brúka allar sansirnar gjøgnum spæl og leik og soleiðis menna innlæringina, at fata seg sjálvan í samspæli við onnur, at sjónliggera fatan viðvíkjandi innihaldi í teim ymsu lærugreinunum og sum sjálvsagdur táttur í verkætlanar- og tvørfakligum arbeiði, og haraftrat í teimum elstu flokkunum at vera førir fyri at meta um listarligu dygdina í sjónleiki.
Drama stimbrar tey skapandi evnini hjá tí einstaka, víðkar mørk og evnini at brúka kenslur og sansir. Leikluturin hjá læraranum í dramaundirvísingini eigur at vera at leiða og vegleiða og medvitandi at fáa næmingarnar at vera virknar.
Treytirnar fyri góðum úrsliti av dramaundirvísingini eru, at næmingarnir eru tryggir, hava álit á læraranum og sær sjálvum, og at teir trívast.
Tað er tí týdningarmikið, at drama er sjónligt í ársætlanum fyri teir ymisku flokkarnar, at lærararnir fáa jaligar upplivingar av fakinum drama og hava møguleika fyri eftirútbúgving.
Tað er alneyðugt fyri dramaundirvísingina, at lunnarnir verða lagdir í sjálvari læraraútbúgvingini.
Skúlin kann við at samstarva við Tjóðpall Føroya og MáF fáa í lag fyrilestrar og skeið fyri lærarum og næmingum í teimum elstu flokkunum og vegleiða í sambandi við sjónleikaframførslur.
Vit eiga at arbeiða fyri at menna evnini hjá næmingunum:
Lesiætlanin er býtt í tríggjar undirvísingarpartar. Tað er týdningarmikið, at dentur verður lagdur á sambandið millum undirvísingarpartarnar, at tað í hvørjum undirvísingarparti verður farið djúpari og í dýpdina við tí, arbeitt hevur verið við frammanundan.
3. Undirvísingarpartur (8. -10. flokkur)
Arbeiðsætlanin
Bygt verður á 2. undirvísingarpart, haraftrat eiga næmingarnir at fáa innlit í ymsar sjónleikahættir og -greinir.
Nomið verður við sjónleikasøgu við serligum atliti at teirri føroysku. Næmingarnir eiga at hava møguleika at arbeiða við leikbrotum úr klassiskum sjónleiki eins væl og úr nýmótans sjónleiki/musical og at hyggja at sjónleiki og meta um leiklistaligu dygdina.
Verður arbeitt við drama sum valgrein, eigur stórur dentur at verða lagdur á, hvussu arbeiðsgongdin er samansett: 1: upphiting, 2: drama-venjingar, 3: endi.
Niels Holck o.o.: Praktisk håndbog til undervisning i drama og teater – Dafolo Forlag 1998.
Í hesari bók stendur greitt, hvat skal verða gjørt hvønn tíma: bæði upphiting, dramavenjing og endi. Aftast í bókini er eisini vegleiðing til at gera ymiskar leikir.
Dramaspøl
Dystast við stólum
I: Tríggir stólar og 4 børn skulu vera í hvørjum bólki. Stólarnir verða settir á rað, tríggir og tríggir. Børnini skulu alla tíðina standa á stólunum, tvey og tvey og royna at fáa tann aftasta stólin framum. Tann bólkurin, ið fyrstur kemur á mál, hevur vunnið. Dettur eitt barn á gólvið, má tann bólkurin byrja av nýggjum.
II: Hvussu nógv ung sleppa upp á ein stól?
III: Tey ungu seta seg á ein stól í runding, ein stólur fleiri, enn tað eru ung. Ein verður valdur at standa í miðjuni. Nú flyta tey ungu seg stól av stóli ein veg (til høgru handar). Nú ræður um hjá tí, ið stendur uppi at snúgva sær inn ímillum og fáa ein stól at sita á. Eydnast tað, skal tann, ið situr vinstrumegin, inn í miðjuna.
Samskifti
Hugskot: Lions-Quest
Ítøkilig dømi:
Tú fært ein ávísan leiklut t.d. úr eini søgu:
Harðrendur persónur
Ein genta í vanda
Happing
Ein genta við barn
Ein narraður drongur / ein narrað genta
Tú drekkur fyri fyrstu ferð
Tú roykir loyniliga
Tú skalt gleða mammu og pápa tín
Tú hevur matstikni (anorexia) Tú hevur hundsku (bulimi)
Mamma/pápi tín drekkur
Yrkingar:
Bólkar framføra, hvussu teir tulka yrkingar.
Litir. Hvat siga litirnir okkum?
Rørslur, andlitskeipur og ljóð (ikki orð)
Brot úr ymiskum leikum:
Náttargalin, Skeyk, Grease, Romeo og Julie, Skuggagestir, Dagbókin hjá Onnu Frank.
Arbeitt verður við teksti, - "litunum" í tekstinum - samspæli millum rødd og rørslu (raddarvenjingar og kropsburð), búnum, palli, ljósi og ljóðseting (møguliga vegleiðarar uttaneftir t.d. Tjóðpalli Føroya og MáF. Lat ljóð og ljós mynda huglagið í leikgongdini "Stage fight" (bardagi á palli.)
Bøkur, ið kunnu verða brúktar í dramaundirvísingini:
Tú ert skotin í eini gentu/drongi
Sjónleikir
Ítøkilig dømi:
