Skúlin
Árni Winther Arkitektar hava teknað Skúlan við Løgmannabreyt,
ið er eitt nýbrot í føroyskari skúlabygging. Stórur dentur
er lagdur á, at byggiháttur, innrætting, litir, ljós og myndlist
skapa eitt kveikjandi læruumhvørvi við áherðslu á uppliving
og sjálvvirkni.
Í skúlanum eru allir nútímans hentleikar, so til ber at hava fjølbroytt
undirvísingarvirksemi, ið er lagað eftir tørvi og fortreytum
næminganna.
Listamaðurin Edward Fuglø (1965) hevur prýtt miðhøllina í
skúlanum. Listaverkið er myndrond, sum lýsir eina søgu um
næming, ið fer út í stóru verð at søkja
sær kunnleika og eydnu.
Hetta er søga um tað góða, sum sigrar á tí ónda, og um
næming, ið lurtar, sær og lærir at týða tekin. Hetta er eisini
søga um tann, sum hevur áræði og mót, og sum fer gjøgnum
eld og vatn at náa sínum málum.
1. august 2006 loysti borgarstjórin, Heðin Mortensen, fyrsta
flagið fyri nýggja skúlanum, og tvey ár seinni, í august 2008,
var fyrsta byggistig liðugt. Tá fóru 115 næmingar í fyrsta undirvísingarparti
í skúla og í frítíðarskúla.
Skúlin við Løgmannabreyt verður 2-sporaður skúli. Tá ið hann
verður fullskipaður, fara 450 næmingar í níggju
árgangum at ganga í skúlanum. Sum nú er, er næmingatalið
363 í átta árgangum. Lærararnir eru 35 umframt stuðlar og
onnur starvsfólk.
Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum. Har
arbeiða tólv námsfrøðingar og hjálparfólk.
Víddin á skúlanum er 6.200 m². Økið uttanum er 15.000 m²..
