Lærarar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 16.05.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Lærarar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum til skúlaárið 2023/24

Søkt verður eftir

  • 6 lærarum í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2023 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal og avlopstímar.

Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2023.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í innskúlingini, lívfrøði, náttúru/tøkni, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing.

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • duga at samstarva
  • eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
  • dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir
  • hava áræði til at taka ábyrgd


Førleikakrøv
Til størvini krevst læraraprógv.

Skúlin bjóðar
- Nútímans skúla
- Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
- Góðar arbeiðsumstøður
- Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023, kl.12.

Tú fært meiri at vita
um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

 

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn
ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan
Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 380 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 35 lærarar, 2 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 10 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.