Talvkapping - yngru flokkarnir

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 27.03.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

UNDANKAPPING

Í dag var stór talvkapping í skúlanum. 32 lið, við 6-8 næmingum á hvørjum liði, telvaðu í skúlanum í dag. 

Fyrsta av fýra undankappingum var í dag hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt, har 3.-4. flokkar í suður-vestur økinum brustu saman.

Tað var Helgi Dam Ziska sum stóð fyri kappingini.

Spírin var sannførandi frá fyrsta leiki, og størsti spenningurin var tí um 2. og 3. plássið. Løgmannabreyt 6 og 7 lógu frammarliga líka til síðsta umfar. Nógv lið vóru um boðið undan seinasta umfari, men tá ið avtornaði, vóru Hoyvík 5 og Kollafjørður 1 ovast í rúgvuni. 

 

Endaliga støðan:

1. Spírin (25,5 stig)

2. Hoyvík 5 (22,5)

3. Kollafjørður 1 (19)

4. Hoyvík 1 (18,5)

5. Sankta Frans 1 (18)

...

Í alt 32 lið.

Hetta var ein sera góð kapping og næmingarnir sótu hugagóðir og telvaðu.

3 tey fremstu liðini fingu heiðursmerki og sleppa at luttaka í FM-kappingini eftir páskir.