4. flokkur til Skúlaleikir

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 14.03.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í gjár var 4. flokkur til Skúlaleikir í Høllini á Hálsi. Næmingarnir høvdu ein góðan dag saman. 

Næmingarnir kappaðust í "flogbørn" og frælsum ítrótti. 

Dagurin byrjaði við felags upphiting og felags "heppum". Síðani vóru næmingarnir deildir í lið. Nøkur lið kappaðust í longdarlopi og stafettrenning, hini spældu "flogbørn", meðan tey savnaðu stig til flokkin. Tað gekk sera væl hjá okkara næmingum í 4. flokki. Tey vunnu "flogbørn" kappingina.

Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørslugleði fyri øll.